108
SUÐURAMERIKA
Frá Kolumbia til Hornið
Suðuramerika røkkur úr heita, slavna regnskóginum norðast í
Kolumbia og Venesuela og suður til kalda og veðurbarda
Hornið sunnast í heimspartinum.
Vanliga verður sagt, at norðurmarkið hjá Suður
amerika er fram við markinum millum Kolumbia og
Panama. Onnur seta markið við Panamaveitina,
sum er eitt sindur norðari. Annars eru tað heims
høvini, sum avmarka hendan heimspartin, ið
samstundis er meginland.
Nakrar oyggjar, bæði eystan fyri og vestan
fyri meginlandið hoyra til Suðuramerika. Teirra
millum eru Galapagos, Páskaoyggin og Falk
landsoyggjar. Oyggjarnar norðan fyri megin
landið verða taldar upp í Norðuramerika, undan
tiknar Isla de Margarita og aðrar smáar oyggjar, sum
hoyra til Venesuela og Kolumbia.
Úr tí norðasta til tað sunnasta plássið eru um leið 7.000
kilometrar. Suðuramerika er so statt um leið líka langt sum
Afrika, men bara helvtina so stórt.
Stór lond
Tólv sjálvstøðug lond eru í Suðuramerika, sum eisini fevnir um
Franska Gujana umframt Falklandsoyggjar og Suðurgeorgia, ið hoyra
til Bretlands. Falklandsoyggjar verða eisini nevndar Malvinoyggjar.
Tey flestu londini í Suðuramerika eru stór. Brasil er eitt tað størsta
landið í heiminum, og eisini eitt tað fólkaríkasta. Onnur stór lond eru
Argentina, Bolivia, Kolumbia, Peru og Venesuela.
Stórstaðir
Tað er torført hjá fátækum fólkum at klára seg á bygd í Suðuramerika.
Tað er ein av orsøkunum, at ein stór fjøld av fólki leitar til býirnar at
finna sær arbeiði.
Í 20. øld eru nógvir býir í Suðuramerika vaksnir so nógv, at teir nú
eru millum teir størstu í heiminum. São Paulo og Rio de Janeiro í Brasil
og Buenos Aires í Argentina hava allir meiri enn 13 milliónir íbúgvar.
Meiri enn ein triðingur av fólkinum í Argentina býr í Buenos Aires.
Ein teinur restar í
Enn ber ikki til at koyra
við bili úr Suðuramerika til
Norðuramerika. Har er ein
vegur, sum røkkur næstan
allan vegin sunnast úr
Suðuramerika og norður
til Alaska í Norðuramerika.
Vegurin eitur Pan American
Highway og er 25.000
kilometrar langur. Men í
Darién, báðumegin markið
millum Kolumbia og Panama,
er tættur regnskógur og vítt
mýrulendi. Har er eitt glopp í
vegnum, sum er 86 kilometrar
langt. Hinumegin regnskógin
heldur Pan American
Highway fram.
Sunnasta
nesið í Suðuramerika
eitur Hornið.