Landafrøði 3 - page 99

NORÐURAMERIKA
99
Nógv fátæk lond eru bundin av at innflyta korn úr USA fyri at breyðføða
fólkið.
Í Florida og Kalifornia eru sitrusfruktir ein týðandi grøði. Í Kalifornia
dyrka tey eisini nógvar víndrúvur. Ein partur verður nýttur at gera vín,
men tað mesta verður turkað til rosinur.
Stórir mótsetningar
Í Meksiko og aðrastaðni í Miðamerika eru stórar ransjir, har tey hava
neyt, og har er nógvur landbúnaður við stórum økrum og veltum. Men
har eru eisini garðar, ið eru so smáir, at jørðin ikki kann geva nóg mikið
til at uppihalda familjuni.
So at siga allastaðni er gjógvin stór millum ríkar jarðareigarar og
fátækar landarbeiðarar. Viðurskiftini úti á bygd gera, at nógv flyta inn í
býirnar. Í Meksiko er vanligt, at fátæk fólk leita eftir eydnuni hinumegin
markið til USA. Har mugu tey arbeiða fyri lítla og onga løn, men tey
tora sjáldan at mótmæla, tí ofta hava tey als ikki loyvi at vera í USA.
Bananir og kaffi í stórum gróðrarlundum
Hjá bóndunum í Miðafrika eru mais og bønir týdningarmesta grøðin
av tí, sum er etandi. Kortini verða stórar víddir nýttar at dyrka bananir
og kaffi. Tað fer fram í stórum gróðrarlundum, har eigarin aloftast er
onkur útlendsk fyritøka. Framleiðslan verður seld kring allan heim,
men bara ein lítil partur av inntøkunum verður eftir í landinum, har
grøðin verður dyrkað. Kortini eru næstan øll londini har á leið fíggjarliga
bundin av hesum vørum.
Í Meksiko dyrka tey eisini nógv sukurrør og hava akrar við hveiti
og við rísi. Kaffi og bananir eru týðandi grøði í Karibia, og somuleiðis
sukurrør. Í til dømis Kuba og Barbados er landslagið í landbúnaðinum
eyðkent av gróðrarlundum við sukurrørum.
Bananlýðveldi
Londini í Miðamerika verða stundum nevnd við tí niðrandi heitinum
bananlýðveldi. Tað er vorðið eitt heiti á londum, sum eru bundin av
inntøkunum, sum tey fáa av at útflyta bananir. Til dømis stavar helvtin av
inntøkunum hjá Honduras frá bananútflutningi.
Í Miðamerika verður næstan øll framleiðsla til útflutnings stýrd av
fyritøkum í USA. Eisini annað virksemi í hesum londunum er í hondunum
á fyritøkum í USA. Tað ger, at londini verða bundin at grannanum fyri
norðan. Onkuntíð hevur fólkið í onkrum landi í Miðamerika roynt at
broyta hesi viðurskifti, men USA hevur við ymsum tiltøkum steðgað hesum
royndum, til dømis við hernaðarmegi.
Bananir eru størsta inntøkukeldan hjá
Honduras í Miðamerika. Men tað hevur
eisini við sær, at landið er bundið at
útlendskum fyritøkum.
I...,89,90,91,92,93,94,95,96,97,98 100,101,102,103,104,105,106,107,108,109,...172
Powered by FlippingBook