Landafrøði 3 - page 89

NORÐURAMERIKA
89
fluttu um leið 1.000 fólk til býin um dagin. Og hvønn dag vórðu 1.000
børn fødd.
Meksikobýur er 2.240 metrar yvir sjónum, 2½ ferðir so høgt sum
Slættaratindur. Um leið 5 milliónir bilar, bussar og lastbilar og um leið
40.000 fabrikkir elva til luftdálking, sum er 100 ferðir verri enn tað,
sum hildið verður kann góðtakast.
Nógv tilflyting
Framvegis flyta fólk í hópatali til USA og Kanada. Menniskju úr øllum
heimi vilja sleppa at flyta hagar. Í kanadiska býnum Toronto er helvtin
av fólkinum tilflytarar, og í Vancouver búgva nógv fólk, sum eru ættað
úr Eysturasia.
Av tí at so nógv fólk flyta hagar, veksur fólkatalið í Kanada og USA
í stórum. Tann natúrligi fólkavøksturin, sum er munurin millum talið
á føddum og talið á deyðum, er hinvegin lágur.
Aðrastaðni í Norðuramerika veksur fólkatalið skjótari. Størsti
fólkavøksturin er í teimum fátækastu londunum: Guatemala, Belis,
Honduras og Haiti. Har veksur fólkatalið við meiri enn tveimum pro­
sentum um árið, hóast barnadeyðin er stórur.
Stór tilflyting er til USA og Kanada, og
nógvir tilflytarar eru úr Asia. Myndin er
úr Chinatown í New York.
I...,79,80,81,82,83,84,85,86,87,88 90,91,92,93,94,95,96,97,98,99,...172
Powered by FlippingBook