Landafrøði 3 - page 85

NORÐURAMERIKA
85
á gørðunum hjá evropearunum. Hetta er orsøkin til, at meginparturin
av fólkinum í Karibia nú á døgum hevur afrikanskar røtur.
Eisini í Meksiko minkaði upprunafólkið stórliga í tali hesa tíðina. Tá
ið evropeararnir komu, vóru tey um leið 25 milliónir. 100 ár seinni var
bara ein millión eftir av upprunafólkinum.
Í tí økinum, sum nú er USA, noyddust so at siga øll upprunafólkini
at flyta frá húsi og heimi til serlig øki, sum verða nevnd reservat. Tað
bar í sær, at tey máttu venja seg við at liva í heilt øðrum umhvørvi, ofta
langt heimanífrá.
Indianarar og inuittar
Tá ið Kristoffur Kolumbus steig í land í Karibia í 1492, helt hann seg
hava siglt rundan um alla jørðina og vera komnan til India. Tí fekk
upprunafólkið í Amerika heitið indianarar.
Heitið indianarar verður tó ikki nýtt um upprunafólkið norðast í
heimspartinum. Hesi fólkini vórðu leingi nevnd eskimoar ella skrælingar,
men nú á døgum verður heitið inuittar nýtt. Orðið inuit merkir heilt
einfalt „menniskja”.
Apachehøvdingin Geronimo (á rossabaki vinstrumegin) var tann seinasti indianara­
høvdingin, sum stríddist fyri, at fólk hansara ikki skuldi noyðast í eitt reservat at
búgva. Í 1886 mátti hann gevast.
I...,75,76,77,78,79,80,81,82,83,84 86,87,88,89,90,91,92,93,94,95,...172
Powered by FlippingBook