86
NORÐURAMERIKA
Hjálond gerast sjálvstøðug
Tey tvey hundrað árini, eftir at Kolumbus steig á land í Karibia,
varð næstan allur heimsparturin gjørdur til hjálond hjá evropeiskum
londum. Bretland, Spania og Frakland løgdu teir størstu partarnar
undir seg, men eisini onnur lond tóku lut. Danmark fekk sær oynna
St. Thomas til hjáland í 1666, og seinast í 1700-árunum átti Svøríki
somuleiðis eina oyggj í Karibia, Saint Barthélemy.
Í 1776 lýsti USA, Sameindu Statir Amerika, seg sum sjálvstøðugt
ríki. Tá var landið nógv minni, enn tað er nú. Um leið 50 ár eftir vórðu
flestøll lond í Miðamerika sjálvstøðug. Tá í tíðini fevndi Meksiko um
øki, sum seinni fóru upp í USA, millum annað Texas og Kalifornia.
Uppaftur 50 ár seinni gjørdist Kanada sjálvstøðugur statur. Nógvar
av oyggjunum í Karibia fingu tó ikki sjálvstýri fyrr enn í 1980-árunum.
Nakrar oyggjar hoyra framvegis til Frakland, Bretland, Niðurlond ella
USA. Eitt dømi er Puerto Rico. Hendan oyggin er í roynd og veru ein
statur í USA.
Meginparturin av fólkinum í Karibia
hevur afrikanskar røtur. Her er ein
gøta í Accompong, Jamaika.
Skiftandi hjálandaveldi
Nógvar av oyggjunum í
Karibia hava gjøgnum
øldirnar hoyrt til ymisk
hjálandaveldi. Trinidad og
Tobago hava síðan 1532
hoyrt til Spania, Niðurlond,
Frakland og Bretland. Í 1962
fingu oyggjarnar sjálvstýri.
Tað lítla hjálandið Saint Lucia
var franskt níggju ferðir og
bretskt sjey ferðir, til oyggin
í 1979 gjørdist sjálvstøðugt
land!