Landafrøði 3 - page 92

92
NORÐURAMERIKA
Náttúran í Norðuramerika
Í einum stórum heimsparti sum Norðuramerika er landslagið fjøl­
broytt. Har eru til dømis langar fjallarøðir, víðar fløtur, háslættar,
stórar áir og samanhangandi vøtn, sum til samans eru heimsins størsta
fesktvatnsøki.
Fjallarøðir fevna um meginlandið
Vestari partur av meginlandinum er eyðkendur av fleiri fjallarøðum,
sum til samans eita Kordillurnar. Fjøllini røkka um alt meginlandið
og halda fram í Suðuramerika. Har eita tey Andesfjøll.
Í USA og Kanada eru hesar fjallarøðir í Kordillunum: Klettafjøll
(Rocky Mountains), Sierra Nevada, Cascadefjøll og Coast Range.
Longri suðuri, í Meksiko, skifta Kordillurnar navn til Sierra Madre.
Teir hægstu tindarnir í Kordillunum eru meira enn 6.000 metrar
yvir sjóvarmálanum. Teir eru norðuri í Alaska.
Kordillurnar eru vorðnar til av fjallaraðarfalding, og fjallarøðin
flytur seg framvegis. Har eru javnan jarðskjálvtar og eldgos. Nærindis
høvuðsstaðnum í Meksiko, Meksikobýi, er til dømis gosfjallið Popo­
catepetl. Tað er eitt virkið gosfjall, ið nær sum helst kann fara at goysa.
Gosfjallið er vandamikið fyri nógvar milliónir fólk, sum búgva har á
leiðini. Í 1985 var ein harður jarðskjálvti, sum legði partar av býnum
í oyði.
Eisini fólkið í stórbýunum Los Angeles og San Francisco livir í
vanda fyri jarðskjálvta. Harumframt eru virkin eldgos á Hawaii í
Kyrrahavi og á nógvum oyggjum í Karibia.
Har eysturi í USA er ein fjallarøð, sum eitur Appalakkafjøll. Hesi
fjøllini eru eldri, og tindarnir eru ikki líka høgir sum teir í Kordill­
unum.
Ensku nøvnini á fjallarøðunum
Í summum kortum standa staðarnøvn á tí málinum, sum verður tosað á
staðnum. Aðrastaðni eru tey týdd. Tí er ikki altíð so lætt at finna nøvn
á kortum. Fjallarøðirnar, sum her eru nevndar, kunnu til dømis verða
skrivaðar Cordilleran Highlands, Rocky Mountains, Cascade Mountains,
Coast Range og Coast Mountains.
I...,82,83,84,85,86,87,88,89,90,91 93,94,95,96,97,98,99,100,101,102,...172
Powered by FlippingBook