NORÐURAMERIKA
91
enska og tað franska málið, sum verður tosað nógvastaðni í Karibia,
er so at siga óskiljandi hjá øðrum, eisini fólki, sum vanliga dugir enskt
ella franskt. Orðfeingið er blandað við orðum úr ymsum málum, og
mállæran er heilt øðrvísi. Sovorðin mál verða nevnd kreolmál.
150 málættir
Almenna málið í USA er enskt. Men eftirsum um leið 34 milliónir fólk
í landinum eru fødd í onkrum øðrum landi, og enn fleiri hava foreldur,
sum eru tilflytarar, sæst beinanvegin, at nógv onnur mál eisini verða
tosað har.
Størsta minnilutamálið er spanskt. Í Los Angeles tosa meiri enn 45
prosent av fólkinum spanskt.
Í Norðuramerika er eisini ein hópur av upprunamálum. Tað er ilt
at vita, hvussu nógv tey málini eru, og hvussu nógv fólk tosa hesi mál.
Granskarar halda, at har eru 150 ymiskar málættir, sum ikki eru skyldar
hvør við aðra. Til dømis tosa tríggjar til fýra milliónir fólk sunnarlaga
í Meksiko og í Guatemala ymisk mayamál. Aðrar stórar málættir av
indianskum málum eru: algonkin, navajo, sioux, uto-atztekiskt, oto-
mangue og chibcha.
Eisini inuittarnir norðast á meginlandinum tosa nógv ymisk mál,
millum annað inuitmál og grønlendskt. Á Aleutoyggjum í Alaska tosa
tey flestu enskt, men har eru eini 400 fólk, sum tosa aleutiskt.
Kristindómurin er størsti átrúnaðurin
Í Norðuramerika er kristindómurin tann størsti átrúnaðurin. Í USA og
Kanada er meginparturin protestantar. Í restini av heimspartinum eru
næstan øll katolikkar. Men annars eru flestallir átrúnaðir umboðaðir.
Tað er, tí at tilflytarar hava tikið trúgv sína við sær úr heimlandinum.
Til dømis er USA tað landið í heiminum, har flest fólk við jødiskari
trúgv búgva. Og í teimum stóru býunum gerast alsamt fleiri av teimum
svørtu fólkunum muslimar. Í stakríkinum Utah í USA hoyra 77
prosent av fólkinum til Jesu Kristi Kirkju av Seinastu Daga Heilagu
ella mormonkirkjuna, sum hon vanliga verður nevnd.
Á teimum støðunum í Karibia, har nógv svørt fólk búgva, er
afrikonsk fólkatrúgv eisini at finna. Eitt dømi er voodoo, sum verður
útint á Haiti.
•
Í hvørjum londum verða
kreolmál tosað?
•
Samanber nøkur orð við
tað enska, sum tú lærir
í skúlanum.
?