NORÐURAMERIKA
93
Áir, vøtn og løgin fjøll
Úr Klettafjøllum har vesturi og Appalakkafjøllum har
eysturi renna áir í hópatali oman á slættlendið inni í
meginlandinum. Har renna áir saman í ta veldiga stóru
Mississippiánna, sum er ein tann longsta áin í heiminum.
Sunnarlaga í Kanada og norðarlaga í USA eru fimm
stór vøtn, sum eru samanhangandi: Superiorvatn,
Michiganvatn, Huronvatn, Erievatn og Ontariovatn.
The Great Lakes
, sum vøtnini verða nevnd á enskum, eru
til samans tað størsta økið í heiminum við feskvatni.
Millum Klettafjøll og Sierra Nevada er ein háslætti
við turrum veðurlag, og har búgva ikki nógv fólk. Har
eru løgin fjøll, sum eru vorðin til, tá ið máað er burtur
av berginum. Har er eisini Grand Canyon. Tað er ein 16
kilometrar long og upp til 1.800 metrar djúp gjógv ella
kanjon
. Grand Canyon er vorðin til av Coloradoánni,
sum í milliardir av árum hevur máað seg djúpt niður í
lendið.
Eingi jól
Í 1972 hildu tey eingi jól í Nikaragua í Miðamerika.
Tollaksmessudag vóru tríggir jarðskjálvtar í Managua,
høvuðstaðnum í landinum. Teir báðir fyrru fingu
fólk at flýggja ræðslusligin út úr húsunum. Tann triði
oyðilegði ein hóp av bygningum í býnum. Seinni komu
eftirskjálvtar. Skjálvtarnir vóru ikki so ógvisligir. Kortini
doyðu 5.000 fólk, og helvtin av fólkinum í býnum gjørdist
heimleys. Fýra sjúkrahús og 956 skúlastovur vórðu løgd í
oyði.
Klettafjøll í Banff
National Park, Kanada.