Landafrøði 3 - page 96

96
NORÐURAMERIKA
Regnskógurin er ikki lættur at fara ígjøgnum hjá tí, sum ikki býr
har. Á tí smala landinum, sum bindur Miðamerika saman við Suður­
amerika, er ikki enn gjørdur nakar vegur allan vegin ígjøgnum regn­
skógin. Tí er tann skógurin framvegis mest sum órørdur.
Nógv av regnskóginum í Miðamerika og Karibia er í vanda vegna
virksemi hjá menniskjum. Viðurin í skóginum hevur stórt virði, og
fólk vilja brúka lendið til annað. Hesi seinastu árini eru tó alt fleiri,
sum viðurkenna, at skógurin kann hava stórt virði – eisini hóast hann
ikki verður høgdur. Fyrst og fremst er eitt ríkt dýralív og plantulív í
regnskóginum, og tað hevur millum annað stórt vísindaligt virði. Har­
umframt kann ferðavinna eisini gagna fólkinum á staðnum, bara ikki
ov nógv ferðafólk koma. Serliga í landinum Kosta Rika hava tey gjørt
nógv við ta sonevndu vistfrøðiligu ferðavinnuna. Hon ber í sær, at
ferðafólk og onnur verja umhvørvið, har sum tey ferðast.
Meiri enn 1.000 mm um árið
500 - 1.000 mm um árið
Minni enn 500 mm um árið
Avfall:
N
o
r
ð
u
r
s
ó
l
k
r
i
n
g
u
r
N
o
r
ð
u
r
p
ó
l
k
r
i
n
g
u
r
PÓLVEÐURLAG
MEGINLANDAVEÐURLAG
TROPISKT
REGNSKÓGARVEÐURLAG
G
o
l
f
s
t
r
e
y
m
u
r
K
a
r
i
b
i
a
s
t
r
e
y
m
u
r
STRANDARVEÐURLAG
OYÐIMARKARVEÐURLAG
STEPPUVEÐURLAG
STRANDARVEÐURLAG
DeathValley
– Deyðans dalur
Í Death Valley eystarlaga
í Kalifornia er ómetaliga
heitt. Har hava tey mált
upp í næstan 57°C. Tað
er ein tann hægsti hitin,
sum nakrantíð er máldur á
jørðini.
Dalurin er lægri enn
vatnskorpan á sjónum, og
rundanum eru høg fjøll, sum
veita regnskugga. Tí regnar
næstan ikki. Viðhvørt kunnu
ganga fleiri ár ímillum, at
tað regnar.
VEÐURLAGIÐ
Í NORÐUR-
AMERIKA
I...,86,87,88,89,90,91,92,93,94,95 97,98,99,100,101,102,103,104,105,106,...172
Powered by FlippingBook