100
NORÐURAMERIKA
Nógv náttúrutilfeingi
og nógvur ídnaður
Norðuramerika er stórur heimspartur, og tað er einki løgið í tí, at har eru
nógv ymisk sløg av málmi at finna, umframt steinrunnin brennievni
sum olja, kol og jarðgass. Í hesum heimsparti er eisini nógv av tí fremsta
ídnaðinum í heiminum.
USA – týdningarmesta ídnaðarland í heiminum
Í USA verða flestøll týðandi mineral fingin til vega – jarn, kopar, blýggj,
sink og onnur. Tann fyrsti ídnaðurin varð til nær við tey stóru kola
námini í Appalakkafjøllunum. Í 19. øld dró gullið nógv fólk vestureftir
í USA. Nógvir býir vórðu til í sambandi við gullnámini. Men tá ið
gullið var uppi, doyðu býirnir út. Nú á døgum hava gullnám so at siga
ongan búskaparligan týdning í USA.
Nógv olja er til í USA, sum framleiðir meira enn ein tíggjundapart
av allari olju í heiminum. Kortini røkkur hon bara til helvtina av olju
nýtsluni í landinum.
Boeingverksmiðjan í Seattle í
útnyrðingspartinum í USA ger
flogfør til næstan øll flogfeløg í
heiminum.