110
SUÐURAMERIKA
Býarpartar hjá ríkum fólki og fátækrabýlingar
Teir stóru býirnir kunnu síggja ríkir ella fátækir út, alt eftir hvar í
býnum tað er. Summir býarpartar líkjast einum og hvørjum væl
havandi evropeiskum býi. Aðrir býarpartar eru skirvisligar smáttur, og
har er hvørki vatn ella frárensl. Har búgva tey flestu fátæku, sum júst
eru flutt av bygd til býin. Tey mugu byggja sær okkurt skýli í fátækra
býlingunum, sum ofta eru langt burtur frá býarkjarnanum og ídnaðar
økjunum.
Ikki greitt sundurskild øki
Hóast stórir munir eru á teimum ymsu økjunum í Suðuramerika, so
er eingin sjálvsagdur máti at býta heimspartin sundur í ymisk øki. Tey
lutfalsliga ríku londini sunnanfyri, Kili, Argentina og Uruguai, verða
ofta roknað sum eitt øki. Londini, har ein stórur partur av fólkinum
eru indianarar, Kolumbia, Ekvador, Peru, Bolivia og Paraguai, verða
bólkað saman. Londini við Karibiahav eru eitt øki. Brasil er so stórt
land, at tað er eitt øki fyri seg.
Ofta verður tosað um
Latínamerika
í staðin fyri Suðuramerika. Tá
verður meint við tey londini, sum einaferð vóru sponsk, portugisisk ella
Buenos Aires í Argentina. Høvuðsgøtan
Avenida 9 de Julio er søgd at vera
breiðasta gøta í heiminum.