Landafrøði 3 - page 117

SUÐURAMERIKA
117
Tilflytarar til Argentina, Uruguai og Kili komu fyrst og fremst úr
Spania og Italia, men eisini úr Týsklandi, Bretlandi, Norðurlondum og
nógvum øðrum londum.
Nú á døgum verða fólk í Suðuramerika annaðhvørt søgd at vera
blanco
(av evropeiskum uppruna),
mestizo
ella
ladino
(av blandaðum
uppruna),
indio
(av indianskum uppruna) ella
negro
(av afrikonskum
uppruna).
Meginparturin av fólkinum í Suðuramerika er av blandaðum upp­
runa, og tey flestu duga bara at tosa spanskt ella portugisiskt.
Indianararnir eru minnilutar
Upprunafólkið í Suðuramerika, indianararnir, eru nú ein minniluti í
teimum flestu londunum. Í Brasil, Uruguai og Venesuela eru indianarar
ein lítil minniluti.
Í fjøllunum í Ekvador, Peru og Bolivia búgva tó fleiri milliónir
indianarar, ið einans tosa síni egnu mál. Mentanin hjá teimum er
ikki stórvegis broytt, hóast tann evropeiska ávirkanin hevur verið
stór. Í hesum londunum eru indiansk mál, so sum quechua, aymara
og guaraní, almenn mál saman við sponskum. Men ikki fyrr enn í
1990-árunum varð loyvt at undirvísa á teimum indiansku málunum í
skúlanum, hóast meiri enn helvtin av fólkinum tosar hesi málini.
Fólkatalið veksur
Mitt í 20. øld vaks fólkatalið ógvuliga skjótt í teimum flestu londunum
í Suðuramerika. Síðan tá er vøksturin minkaður næstan allastaðni.
Fólkatalið veksur minst í teimum londunum, har lívskorini eru best,
í Uruguai og í Kili, men eisini í Gujana. Fólkatalið veksur skjótast í
teimum fátækaru londunum, t.d. Paraguai.
Fólkatalið í Suðuramerika veksur framvegis væl skjótari enn fólka­
talið í Evropa.
Av bygd í bý
Nógvastaðni í Suðuramerika veksur fólkatalið ikki úti á bygd. Tað er, tí
at so nógv fólk flyta til býirnar. Í øllum londunum býr ein stórur partur
av fólkinum í býum. Í miðal búgva tríggir fjórðingar av fólkinum í
Suðuramerika í býum. Í Uruguai er talan um 90 prosent, sum búgva
í býum.
Sviar í Suðuramerika
Seinast í 19. øld og fyrst í 20.
øld fluttu sviar í túsundatali til
Suðuramerika. Ein partur flutti
undan kúgan í heimlandinum
vegna sítt politiska virksemi. Tey
flestu búsettu seg fyrst í Brasil,
men nógv endaðu í Argentina. Í
býnum Oberá búgva framvegis
fólk, ið nevna seg sviar, hóast
nógv ikki longur duga at tosa
svenskt.
Ymsastaðni í Argentina og Kili
eru nøkur túsund fólk, sum duga
at tosa svenskt. Tað eru fólk, sum
flýddu til Svøríkis í 1970-árunum,
men sum nú eru farin heim aftur.
I...,107,108,109,110,111,112,113,114,115,116 118,119,120,121,122,123,124,125,126,127,...172
Powered by FlippingBook