SUÐURAMERIKA
121
Tað elvdi til ógvislig skriðulop av kava, vatni, mold og gróti. Ein
sovorðin skriða verður nevnd ein
lahar.
Tað tók bara nakrar fáar tímar hjá slíkumveldiga stórum laharum
at aka oman gjøgnum líðirnar. Hetta elvdi til stórar oyðileggingar
so langt burtur sum 100 kilometrar frá fjallatindinum. Fleiri býir
og bygdir lógu undir skriðunum, og meiri enn 23.000 fólk lótu lív.
Titicacavatn – hægsta vatn í heiminum
Nógvastaðni eru Andesfjøllini javnfjarar fjallarøðir, sum ganga
suður og norður. Millum hesar fjallarøðirnar, í 3.600 til 4.000
metra hædd, eru kaldir og kargir háslættar, sum verða nevndir
altiplanos
. Á einum slíkum háslætta er Titicacavatn. Tað er tað
vatnið, sum er hægst uppi av øllum stórum vøtnum í heiminum.
Nær við er eisini tann stórbýurin, sum er hægst uppi av øllum
stórbýum í heiminum. Tað er høvuðsstaðurin í Bolivia, La Paz.
Býurin er í 4.000 metra hædd.
Víð hálendi
Norðarlaga í Suðuramerika er Gujanahálendið. Eystantil er
Brasilhálendið, har jørðildið lutvíst er fruktagott, tí at tað stavar
úr eldgosum. Tann fruktagóða jørðin gjørdi, at landbúnaðurin
mentist á hesum staði. Hetta hevði við sær, at alsamt fleiri fólk
búsettust har, og so við og við varð stórstaðurin São Paulo til.
Tað triðja hálendið eitur Patagonia. Tað er beint eystan fyri
Andesfjøllini har suðuri á meginlandinum. Landslagið í Patagonia
er einamest hálvoyðimørk ella steppur við ongum trøum. Men har
eru eisini tættir skógir og stórir jøklar.
Amazonas – eitt veldiga stórt láglendisøki
Millum tey bæði hálendini har norðuri og har eysturi er eitt
veldiga stórt láglendi. Tað eitur Amazonas og er fjalt av regnskógi.
Gjøgnum Amazonas rennur tann stóra, vatnmikla Amazoná, sum
stundum verður hildin at vera longsta á í heiminum. Amazoná
hevur nógvar hjááir. Til samans eru hesar áirnar heimsins størsta
áarskipan. Áarøkið fevnir um líka stóra vídd sum alt Evropa uttan
Russland.
Tað regnar ógvuliga nógv í Amazonas, og ein fimtapartur av
øllum feskvatni, sum rennur út í heimshøvini, kemur haðani.
Meginparturin av økinum er sera strálbygt, og jørðin er ikki egnað
at velta. Undantikið er økið rundan um Manaus, sum er tann
størsti býurin í Amazonas við meiri enn einari millión íbúgvum.
Angelfossarnir eru næstan 1.000 metrar
høgir og verða roknaðir sum hægstu fossar
í heiminum. Teir renna oman av einum
háslætta í Venesuela, sum er torførur at
koma til.