SUÐURAMERIKA
131
Luftdálking og vatndálking eru vandamiklast
Tá ið menniskju gagnnýta náttúrutilfeingi, er umhvørvið altíð í vanda.
Um stórir partar av regnskóginum knappliga hvørva, so ávirkar
tað ikki bara tey menniskjuni, sum liva har, men tað kann ávirka
menniskju kring allan heim, halda nógvir granskarar. Ofta verða trøini
í regnskóginum brend heldur enn høgd, og har kann koma so nógvur
roykur, at hann er við til at økja um vakstrarhúsárinið. Tað kann so
aftur gera, at hitin á jørðini veksur. Harumframt kann tað henda,
at gagnlig, men ókend plantusløg og dýrasløg hvørva, tá ið skógurin
hvørvur.
Tá ið velt verður upp úr nýggjum, har sum áður var skógur, kunnu
ognarleysir bøndur fáa akrar og veltur. Á tann hátt er tað gagnligt, men
tey, sum finnast at hesum, siga, at tað hevði verið betri, um tann jørðin,
sum longu er velt, hevði verið rættvísari býtt.
Stóra framleiðslan av sukri til etanol og av soyabønum ber ikki
beinleiðis í sær, at regnskógurin minkar ella hvørvur. Hesir veldigu
akrarnir eru aðrastaðni á meginlandinum. Men hendan framleiðslan
ávirkar óbeinleiðis skógin, tí at hon tekur pláss frá aðrari nýtslu av
jørðini, sum so hinvegin ger seg inn á skógin.
Hjá meginpartinum av fólkinum í Suðuramerika er tað størsta
vandamálið í umhvørvinum tó ikki, at regnskógurin hvørvur ella
minkar. Nógv fleiri verða ávirkað av dálkingini av luft og vatni í
teimum stóru býunum, har nógv tey flestu búgva.
Ovurfisking
Á sjónum við Peru var áður ómetaliga nógv til av ansjósum. Í 1950-árunum
vaks fiskiskapurin eftir hesum ansjósum brádliga, tí í USA og í Evropa
var stórur eftirspurningur eftir fiskamjøli, sum kundi verða framleitt úr
ansjósunum. Alsamt fleiri skip fóru at royna, og á landi bygdu tey virki at
gera fiskamjøl. Hetta kastaði nógvan pening av sær, og í 1970 stavaði ein
triðingur av útflutningsvirðinum hjá Peru frá fiskamjøli.
Men so minkaði fiskiskapurin, og í 1977 vóru so at siga ongar ansjósir
eftir. Ovurfisking hevði beint fyri teimum. Allur fiskiídnaðurin fór á
heysin, og fólk í tíggjutúsundatali vórðu arbeiðsleys.
Eini tíggju ár seinni komu ansjósirnar afturíaftur. Tað vísti seg, at tað var
ikki bara ovurfisking, sum hevði gjørt enda á teimum, men at broytingar
í havstreymunum og veðurlagnum hava nógv at siga. Fiskiídnaðurin kom
fyri seg aftur.
Ein stórur partur av alifóðrinum, sum verður nýtt í Evropa, stavar frá
fiskamjøli úr Peru.