Landafrøði 3 - page 140

140
OSIANIA
Søga
Granskarar halda, at tey fyrstu menniskjuni komu til Nýguinea og
Avstralia fyri um leið 50.000 árum síðan. Tey komu haðani, sum
Indonesia nú er. Hildið verður, at onnur komu fyri um leið 10.000
árum síðan. Tey komu úr Kina.
Væl seinni settu fólk búgv í oyggjunum í Suðurhavi. Tað var fyri
5.000 til 2.000 árum síðan. Fyri um leið 800 til 1000 árum síðan
búsettust tey fyrstu fólkini í Nýsælandi. Upprunafólkið har verður
nevnt maorar, og tey nevna land sítt Aotearoa, sum merkir „langt, hvítt
skýggj”.
Avstralia – ein ovurstór fangalega
Fyri um leið 400 árum síðan komu teir fyrstu evropeararnir til
Osiania. Tað vardi ikki leingi, til evropearar eisini fóru at leggja
hendan heimspartin undir seg, og fólk fluttu higar úr Evropa.
Upprunafólkið í Avstralia varð leingi
illa viðfarið. Her er ein skrúðgonga í
høvuðsstaðnum Canberra dagin fyri, at
forsætismálaráðharrin fyri fyrstu ferð bað
upprunafólkið um umbering fyri allan
tann órætt, sum teimum hevur verið fyri í
meiri enn 200 ár. Upprunafólkið í Avstralia
verður eisini nevnt
aboriginar.
I...,130,131,132,133,134,135,136,137,138,139 141,142,143,144,145,146,147,148,149,150,...172
Powered by FlippingBook