Landafrøði 3 - page 144

144
OSIANIA
Arvurin úr Evropa
Tey 34 milliónir fólkini í Osiania tosa minst 1.200 ymisk mál. Bara á
Papua Nýguinea verða tosað minst 800 mál. Summi mál eru tað bara
nøkur fá hundrað fólk, sum duga. Í teimum melanesisku oyggjunum
verða um leið 400 ymisk mál tosað.
Nógv tað vanligasta tungumálið í Osiania er tó enskt. Um leið
tveir triðingar av fólkinum í Osiania hava enskt sum sítt fyrsta mál.
Í Avstralia og Nýsælandi hava eisini nógv av upprunafólkunum enskt
sum fyrsta mál. Flestu teirra noyddust at læra seg enskt í skúlanum, tí
at leingi var ikki loyvt at undirvísa á teirra egna máli.
Flest kristin
Fólkið í Osiania livdi leingi í smáum, avbyrgdum bólkum, hvør við
sínum átrúnaði. Men við ávirkanini frá evropearum eru teir flestu av
hesum átrúnaðum horvnir.
Nú á døgum er meginparturin av fólkinum í Osiania kristin. Í
Avstralia og Nýsælandi høvdu niðursetufólkini úr Evropa kristindómin
við sær til tað nýggja landið. Í oyggjunum í Suðurhavinum eru tað fyrst
og fremst trúboðar, sum hava boðað kristnina.
Fiji er eitt undantak. Har er helvtin av fólkinum tilflytarar úr India,
hvørs átrúnaður einamest er hindu ella islam.
Mitt á einum stórum slætta inni í
landinum í Avstralia, har eingin býr,
er Uluru, ella Ayers Rock, sum hesin
veldiga stóri kletturin eisini verður
nevndur. Hjá upprunafólkinum er hetta
ein heilagur klettur, sum fólk ikki eiga
at fara upp á.
I...,134,135,136,137,138,139,140,141,142,143 145,146,147,148,149,150,151,152,153,154,...172
Powered by FlippingBook