152
OSIANIA
Nú er lítið eftir av fosfati, og oyggin er partvís oyðiløgd. Tíbetur hava
tey goymt ein part av inntøkunum frá fosfatinum, so at fólk framvegis
kunnu búgva á oynni. Men hvussu leingi pengarnir røkka, ella um teir
kunnu verða nýttir at skapa nýggj arbeiðspláss, tað veit eingin.
Harafturímóti eru nógv ymisk mineral at finna á teimum melanes
isku oyggjunum. Franska hjálandið Nýkaledónia er millum tey lond í
heiminum, har mest verður útvunnið av kobolti og nikkli.
Ídnaðarvørur verða seldar á heimamarknaðinum
Avstralia og Nýsæland eru framkomin ídnaðarlond. Men ikki nógv
av framleiðsluni kemur út á heimsmarknaðin. Vørurnar verða í staðin
seldar í Osiania. Tey gera t.d. bilar í Avstralia, men heilt fáir verða seldir
í øðrum heimspørtum.
Meginparturinav ídnaðinumíAvstralia er knýttur at landbúnaðinum
ella at teimummineralum, sumeru at finna. Bæði Avstralia ogNýsæland
framleiða t.d. nógv aluminium. Í Avstralia er nógv til av bauxit, sum
aluminium er gjørt úr. Í Nýsælandi er einki bauxit, men har er bíligt at
gera el. Tað krevur nógva orku at fáa aluminium úr bauxit. Í Nýsælandi
eru nógv vatnorkuverk, sum gera bíligt el.
Matvøruframleiðsla hevur eisini nógv at siga í Avstralia ogNýsælandi.
Har eru millum annað stór sláturhús, mjólkarvirki, frystihús og
niðursjóðingarvirki, sum gera dósamat. Í báðum londum framleiða tey
nógv kjøt og mjólkarúrdráttir, ið verða útflutt til næstan allan heimin.
Í restini av Osiania er lítil og eingin ídnaður.
Hjá nógvum av oyggjalondunum í
Suðurhavi stava inntøkurnar einamest
frá ferðavinnuni. Myndin er úr
Cookoyggjum.