Landafrøði 3 - page 149

OSIANIA
149
Landbúnaður
Eftirsum veðurlagið í Avstralia er so fjølbroytt, veksur nógv ymisk grøði
har. Tey velta millum annað hveiti, sukurrør og ein hóp av ymsum
fruktum.
Avstralia er eitt tað landið, sum flytur út mest hveiti. Hveitiakrarnir
eru í útsynningspartinum og sunnaru pørtunum í landinum, serliga
har miðjarðarhavsveðurlag er. Eisini velta tey hveiti, har steppuveðurlag
er. Tey fáa ikki líka góðan ávøkstur sum t.d. í Norðurevropa, men
akrarnir og garðarnir eru ómetaliga stórir.
Næst Kuba er Avstralia tað landið, sum útflytur mest sukur. Sukur­
rørini vaksa serliga úti við strondina í stakríkinum Queensland eystar­
laga í Avstralia. Har dyrka tey eisini nógva frukt, t.d. ananas og papaja.
Inni í landinum í Avstralia er alt ov turt at dyrka nakað. Í staðin eru
veldiga stór beitilendi til seyð og neyt.
Eitt tað sunnasta staðið í heiminum, har vínviður
veksur, er í Gibbston Valley í Nýsælandi.
I...,139,140,141,142,143,144,145,146,147,148 150,151,152,153,154,155,156,157,158,159,...172
Powered by FlippingBook