OSIANIA
147
er
temprað strandarveðurlag
. Har er lítil munur á árstíðunum. Vetrarnir
eru kaldir, og sumrini verða ikki so øgiliga heit. Tað regnar um leið líka
nógv alt árið.
Nýsæland er grønt og regnmikið
Nýsæland er tvær stórar oyggjar, Suðuroy og Norðuroy. Landið er lítið,
men har er kortini fjølbroytt veðurlag.
Vestantil á Suðuroynni regnar millum 3.000 og 5.000 millimetrar
umárið. Har er
temprað strandarveðurlag
. Nær við fjallarøðina Southern
Alps er eyðkent
fjallaveðurlag
. Har hava tey mált 12.000 millimetrar av
avfalli um árið. Tað er um leið níggju ferðir so nógv, sum tað regnar
í Tórshavn í miðal. Men eystan fyri fjallarøðina er regnskuggi, og har
regnar summastaðni bara 300–400 millimetrar um árið.
Eitt seyðafylgi gongur á beiti við
Lake Coleridge. Hinumegin er
hægsta fjallarøðin í Nýsælandi,
Southern Alps.
•
Summastaðni í Avstralia er
miðjarðarhavsveðurlag.
Hvar aðrastaðni á jørðini
er hetta veðurlagið?
•
Hvussu verður lendið
gagnnýtt í hesum økjum?
?