Landafrøði 3 - page 151

OSIANIA
151
Nógvur málmur í hesum
heimspartinum
Í Avstralia eru nógv ymisk sløg av málmi, og somuleiðis olja og jarðgass.
Vestarlaga í Avstralia høgga tey jarnmálm í veldiga stórum opnum
námum. Nógvastaðni høgga tey málm, sum inniheldur ymisk metal,
t.d. bauxit, blýggj, sink, nikkul, mangan, silvur, gull, kopar og uran.
Har eysturi í Avstralia er eisini nógv kol í undirgrundini, og
summastaðni eru ymisk sløg av gimsteinum at finna.
Í Nýsælandi er ikki líka nógv náttúrutilfeingi. Haðani flyta tey fyrst
og fremst gull og kol út til onnur lond.
Kobolt og nikkul í Suðurhavinum
Á oyggjunum í Polynesia og Mikronesia eru ikki nógv mineral at finna,
undantikið fosfat á oynni Nauru. So at siga øll oyggin er stór opin nám,
har tey í langa tíð hava høgt fosfat. Sølan av fosfati hevur verið so at siga
einasta inntøkukelda í landinum. Næstan allar vørur, sum fólki tørvar,
verða keyptar úr øðrum londum. Sjálvt drekkivatnið má verða innflutt.
Franska hjálandið Nýkaledónia er millum heimsins størstu framleiðarar av nikkli.
Myndin er av einum nikkulnámi í Noumea.
I...,141,142,143,144,145,146,147,148,149,150 152,153,154,155,156,157,158,159,160,161,...172
Powered by FlippingBook