Landafrøði 3 - page 160

160
ANTARKTIS
Um summarið eru ofta upp til 4.000 granskarar í Antarktis, men um
veturin eru bara um leið 1.000 fólk eftir. Nógv granska veðurlagið.
Tey granska m.a. borikjarnar av ísi fyri at vita, hvussu veðurlagið er
broytt í túsundtals ár. Onnur granska djóralívið, sum er í Antarktis og
sjónum rundanum, hóast kuldan. Har eru til samans millum 80 og 90
granskingarstøðir, men av teimum eru bara 30–40 opnar alt árið. Um
leið 26 lond hava granskingarstøðir í Antarktis, teirra millum Noreg,
Svøríki og Finnland.
Rannsóknarfarar og hvalaveiðimenn
Bæði rannsóknarferðir og djóralívið hava fingið fólk at fara til
Antarktis. Fyrst í 20. øld varð kappast um, hvør kundi verða tann
fyrsti á Suðurpólinum. Um somu tíð vaks hvalaveiðan munandi.
Týdningarmesta hvalaveiðistøðin var í Port Foster í Suðurhetlandi, nær
við meginlandið. Í árinum 1800 gjørdi eitt eldgos Port Foster til eina
góða, ísfría havn. Seinni var ein hernaðarstøð har, men nýggj eldgos
hava lagt meginpartin í oyði. Síðan 1985 hevur verið fullkomið bann
fyri hvalaveiðu, og nú á døgum eru tað fyrst og fremst ferðamannaskip,
ið leggja at landi í Port Foster.
Granskarar nýta sólkyknur at gera el
til útgerð, summátar rørslur í ísinum á
Antarktis.
I...,150,151,152,153,154,155,156,157,158,159 161,162,163,164,165,166,167,168,170-171,...172
Powered by FlippingBook