162
NÚ ER FERÐIN LIÐUG!
Nú er ferðin liðug
Nú er ferðin hjá tær liðug fyri hesa ferð. Tú hevur vitjað allar
heimspartarnar í verðini. Tú hevur vitjað nógv ymisk umhvørvi.
Men ferðin hevur gingið skjótt, og tú hevur bara havt stundir
at uppliva ein lítlan part av øllum tí spennandi, sum er til í
heiminum.
Nú fert tú at halda leiðina fram kring heimin, í stórum og
smáum, sum tær lystir. Tú kanst nýta bøkur og bløð, sjónvarp,
útvarp og internet. Lær tegmeiri umheimin og hugsa um, hví hann
sær út, sum hann ger. Hví broytist heimurin soleiðis, sum hann
ger? Hvussu kanst tú ávirka tað, sum hendir? Við landafrøðini ber
til hjá tær at skilja heimin nógv betur enn áður.