Landafrøði 3 - page 161

ANTARKTIS
161
Lagkøkubitar av ísi
Seinast í 19. øld byrjaði ein kapping landanna millum at fáa ræði á
pørtum í Antarktis, eins og gjørt varð til dømis í Afrika. Tað hevði við
sær, at Antarktis fór at líkjast einari lagkøku, sum verður skorin sundur,
og hvørt landið kannaði sær rætt til bitar við ymsari stødd. Millum tey
londini, sum royndu at fáa part í „lagkøkuni”, er Noreg. Tað kannaði
sær eitt øki, sum er meira enn 8 ferðir so stórt sum Noreg sjálvt. Onnur
lond, ið kannaðu sær partar av Antarktis, eru Avstralia, Argentina,
Bretland, Kili, Nýsæland og Frakland.
Antarktissáttmálin
Hóast ymisk lond settu fram krøv um ávís landaøki í Antarktis, so
eydnaðist tað í 1959 at skriva undir ein sáttmála, ið verður nevndur
Antarktissáttmálin. Sambært hesum sáttmála skuldu øll lond gevast við
at krevja ávís øki í sín part og í staðin samstarva um at nýta Antarktis til
friðarlig endamál. Sáttmálin, sum kom í gildi í 1961, setti forboð fyri at
byggja hernaðarstøðir og at goyma geislavirkið burturkast í Antarktis.
Í Antarktis er nógv náttúrutilfeingi, til dømis kol, jarn, krom, gull og
olja. Men sambært Antarktissáttmálanum skal eingin útvinna hetta
ríkidømið.
Samarbeiði um umhvørvið
Í 1991 kom eitt ískoyti til Antarktissáttmálan, har lond binda seg til
at samstarva um m.a. at verja djóralívið og at ansa eftir, at ferðavinnan
ikki veksur ótálmað.
Higartil hava 46 lond góðkent Antarktissáttmálan. Kortini eru
onkrir trupulleikar eftir. Ein er at steðga ólógligum fiskiskapi við
Antarktis. Harumframt kunnu veðurlagsbroytingarnar elva til
álvarsom vandamál fyri umhvørvið, ikki bara í Antarktis, men kring
allan heimin. Men Antarktissáttmálin vísir tó, at stór lond megna at
leggja síni egnu áhugamál til viks og heldur samstarva um at virka fyri
at gera heimin til eitt betri stað.
Tá ið jøklar í Antarktis kálva, losna
stór ísfjøll, sum flóta í sjónum.
Her í Weddellshavi nær við
Antarktisnesið.
I...,151,152,153,154,155,156,157,158,159,160 162,163,164,165,166,167,168,170-171,172
Powered by FlippingBook