Landafrøði 3 - page 153

OSIANIA
153
Vandar fyri umhvørvið
Eins og í øðrum heimspørtum broytist umhvørvið í Osiania alla tíðina.
Summastaðni fer umhvørvið so illa, at har er ikki búgvandi longur.
Og vandi er fyri, at einstakir oyggjabólkar í Osiania fara at hvørva
fullkomiliga, um veðurlagsbroytingarnar fáa sjógvin at fløða so nógv,
sum forsagnirnar siga.
Námsvinna og skógarvinna
Tann nógva námsvinnan hóttir umhvørvið í Osiania. Ikki bara elvir hon
til sár í landslagnum, men nógvastaðni eru tey økini eitrað, har fólk skulu
fáa vatn. Ringast stendur til á Papua Nýguinea, á Sálomonsoyggjunum
og í Nýkaledónia. Har hava námsfyritøkurnar hvørki havt umhvørvið
ella fólkið á staðnum í huga.
Nógvastaðni hevur skógarvinnan ringt árin á umhvørvið, serliga har,
sum fátæk lond illa kunnu vera tær stóru inntøkurnar av skógarhøgstri
fyriuttan. Á Sálomonsyggjunum ætlaði stjórnin at flyta øll fólkini av
einari oyggj og lata eina malaisiska skógarfyritøku høgga niður allan
skóg, sum var á oynni. Men fólkið mótmælti so harðliga, at ætlanirnar
vórðu sleptar.
Súgdýrini komu við menniskjunum
Í jarðarsøguni hevur Osiania í langa tíð verið avbyrgt frá restini av
heiminum. Tí eru nógv dýr og nógvar plantur har, sum einans eru til í
hesum heimspartinum. Meiri enn 120 sløg av posadýrum eru í Avstralia.
Tað kendasta av teimum er kenguran.
Fuglar, sum ikki duga at flúgva
Í Nýsælandi eru nógv fuglasløg, sum ikki duga at flúgva, ein teirra er
kivifuglurin. Hesi fuglasløgini hava klárað seg, tí áðrenn menniskjuni
I...,143,144,145,146,147,148,149,150,151,152 154,155,156,157,158,159,160,161,162,163,...172
Powered by FlippingBook