Landafrøði 3 - page 146

146
OSIANIA
Tropiskur hiti og oyðimarkarturkur
Osiania fevnir um eitt ógvuliga stórt øki, og tí eru nógv ymisk sløg
av veðurlagi og ymisk vakstrarøki. Á næstan øllum Papua Nýguinea
og á oyggjunum í Suðurhavi er veðurlagið altíð heitt og slavið. Har er
tropiskt regnskógarveðurlag
, og nógvastaðni veksur
tropiskur regnskógur.
Avstralia er bæði vátt og turt
Avstralia er tað minsta meginlandið í heiminum. Kortini er veðurlagið
fjølbroytt.
Norðarlaga í landinum er tropiskt veðurlag. Tað vanligasta er
tropiskt savannuveðurlag. Har er heitt alt árið. Regnið er nógv, men tað
regnar næstan bara um summarið, sum er frá november til mars.
Inni í landinum í Avstralia er hinvegin øgiliga turt, og stórur munur
er ofta á hitanum heitastu og kaldastu árstíðina. Næstan allastaðni inni
í landinum er
oyðimarkarveðurlag
. Har eru stórar, heitar oyðimerkur.
Aðrastaðni inni í landinum er
steppuveðurlag
. Mesti vøksturin har er
runnar og einstøk trø. Í útsynningspartinum og summastaðni har
suðuri í Avstralia er
miðjarðarhavsveðurlag
, har summarið er heitt og
turt, og veturin er lýggjur og vátur. Í landsynningspartinum í Avstralia
OYÐIMARKARVEÐURLAG
MIÐJARÐARHAVSVEÐURLAG
STRANDARVEÐURLAG
TROPISKT REGNSKÓGARVEÐURLAG
S
u
ð
u
r
s
ó
l
k
r
i
n
g
u
r
STEPPUVEÐURLAG
Meira enn 1.000 mm um árið
500 - 1.000 mm um árið
Minni enn 500 mm um árið
Avfall:
VEÐURLAGIÐ Í OSIANIA
I...,136,137,138,139,140,141,142,143,144,145 147,148,149,150,151,152,153,154,155,156,...172
Powered by FlippingBook