Landafrøði 3 - page 145

OSIANIA
145
Slættar, fjøll og turkislittar atollir
Avstralia er størsta landøkið í Osiania. Hetta stóra landið er so at
siga púra flatt við endaleysum slættum og oyðimørkum. Eitt dømi er
Nullarbor, sum er eitt stórt, flatt og næstan fólkatómt øki vestarlaga
í Avstralia. Navnið merkir „eingi trø”. Eftir hesum slættanum er ein
jarnbreyt, sum fer snórabeint 478 kilometrar. Tað er um leið líka langt
sum ein bein linja tvørtur um alt Ísland.
Har eysturi í Avstralia er fjallarøðin Great Dividing Range, har
tindarnir røkka góðar 2.000 metrar upp frá vatnskorpuni.
Eldgos og høg fjøll
Í Nýsælandi eru fjøllini hægri. Tann hægsti tindurin, Aoraki (eisini
nevndur Mount Cook) er næstan 3.800 metrar høgur. Næstan alt
Nýsæland er fjallalendi. Har eru eisini eldgos, sum eru virkin, og sum
kunnu fara at goysa nær sum helst.
Enn hægri fjallatindar eru á Nýguinea. Har er ein fjallarøð úr
útnyrðingi í ein landsynning tvørtur um miðjuna á oynni. Í Papua
Nýguinea eru fjallatindar, sum eru hægri enn 4.500 metrar. Í indone­
siska partinum av oynni eru tindarnir hægri enn 5.000 metrar.
Heitar keldur og kókandi evja
Á Norðuroynni í Nýsælandi eru ikki bara eldgos, men eisini nógv støð
við heitum keldum. Nógvastaðni eru
goskeldur
, har vatn og guva reglu­
liga spræna høgt upp í luftina. Summastaðni eru
evjugos
, har evjan
bløðrar eins og greytur í einari grýtu. Har er mangan ramur roykur av
svávuli.
Fyrr í tíðini búsettu maorar í Nýsælandi seg ofta á sovorðnum
støðum. Tann heita jørðin gjørdi tað lætt at matgera. Tá ið tey gróvu
matin niður, varð hann skjótt kókaður. Tað var eisini lætt at verma
húsini um veturin. Tað bar til at fáa heitt vatn ella guvu upp úr jørðini
bara við at grava eitt hol.
Nógvar atollir í Suðurhavinum
Eisini á nógvum oyggjum í Suðurhavinum eru høg fjøll, t.d. gosfjallið
Orohena á fronsku oynni Tahiti. Tað er meiri enn 2.200 metrar høgt.
Men nógvar oyggjar eru lágar atollir, sum einans røkka fáar metrar upp
um vatnskorpuna.
Í sandlendinum á einari flatari koralloyggj er ikki lætt at velta nakað.
Har vaksa so at siga bara kokuspálmar.
1. Ein oyggj verður til av
einum eldgosi, sum
kemur upp úr sjónum.
2. Eitt korallriv verður
til rundan um oynna.
3. Oyggin verður máað
burtur og søkkur í havið.
4. Eftir er ein atoll, sum
er rundan um ein poll.
Soleiðis verður ein atoll til
Ein
atoll
er ein ringur av
smáum sandoyggjum rundan
um ein poll við grunnum
sjógvi. Ein slíkur pollur verður
eisini nevndur
laguna
. Tær
smáu oyggjarnar eru vorðnar
til á einum
korallrivi.
Av
fyrstan tíð vaks korallrivið
rundan um eina gosoyggj.
Eftir milliónum av árum varð
gosoyggin máað burtur og
hvarv at enda í havið. Eftir
er korallrivið, ið nú liggur
sum ein ringur beint undir
vatnskorpuni. Rivið er skapað
eins og gosoyggin einaferð
var. Síðan er sandur lagstur
her og har oman á rivið,
og soleiðis eru hesar smáu
oyggjarnar vorðnar til.
I...,135,136,137,138,139,140,141,142,143,144 146,147,148,149,150,151,152,153,154,155,...172
Powered by FlippingBook