Landafrøði 3 - page 148

148
OSIANIA
Kavi og jøklar
Høgt uppi í fjallarøðiniGreatDividingRange íAvstraliakemur rættiliga
nógvur kavi niður. Sjálvt teir hægstu tindarnir í Papua Nýguinea
kunnu vera kavaklæddir. Inni í landinum á Suðuroynni í Nýsælandi
kunnu vera niður í minus tjúgu stig, og kavi er alt árið í teimum høgu
fjøllunum. Á Norðuroynni frystir so at siga bara í fjøllunum.
Allur kavin, sumkemur niður í teimumhøgu fjøllunumá Suðuroynni
nær ikki at bráðna um summarið. Tí eru fleiri stórir jøklar har. Hesir
jøklarnir broytast nógv skjótari enn til dømis jøklarnir í Skandinavia.
Tað, sum avger, hvussu skjótt jøklarnir vaksa ella minka, er, hvussu
nógvur kavi kom niður nøkur ár frammanundan, og hvussu nógvur
kavi bráðnar. Stundum kann ein skriðjøkul vaksa ella minka meira enn
ein metur um dagin.
Regnskógur og stórar víddir við ongum trøum
Nógvastaðni norðarlaga í Avstralia veksur tropiskur regnskógur.
Men í restini av landinum veksur eitt annað slag av skógi. Har eru
tey nógvu trøini evkalyptustrø. Tó er nógv tann størsti parturin av
meginlandinum veldiga stór øki, har eingi trø vaksa, men einans gras
ella runnar.
Nú á døgum eru stór øki í Nýsælandi, har eingi trø vaksa. Ein partur
av skóginum hvarv fyri fleiri hundrað árum síðan. Hann brann niður,
tá ið menniskju nýttu eld til at veiða moafuglar. Moafuglur var líkur
strutsi og er nú útdeyður.
Enn meiri av skóginum í Nýsælandi varð høgdur fyri at
útvega beitilendi til húsdýr. Hesi seinastu árini eru tey
farin at seta trø niður av nýggjum í Nýsælandi, eisini
sumstórar skógir. Tey planta einamest kaliforniska
furu, ið veksur sera skjótt. Upprunaligur skógur,
við trøum sum bara vaksa í Nýsælandi, er tó
framvegis nógvastaðni. Har eru eisini nógvir
tjóðgarðar og friðað øki, har skógurin sleppur
at vaksa ótálmaður.
Fram við vesturstrondini á Suðuroynni, har
tað regnar nógv alt árið, veksur
tempraður regn­
skógur
. Summastaðni veksur regnskógur beint
við stórar skriðjøklar.
Ein koala í Avstralia
tyggir yndismat sín,
evkalyptusbløð.
I...,138,139,140,141,142,143,144,145,146,147 149,150,151,152,153,154,155,156,157,158,...172
Powered by FlippingBook