Landafrøði 3 - page 158

158
ANTARKTIS
Antarktis
Antarktis, sum er eitt meginland størri enn Evropa,
er so at siga fólkatómt. Tað er tað kaldasta og
turrasta meginlandið í heiminum. Kortini eru
tríggir fjórðingar av øllum feskvatni á jørðini har.
Hvussu kann tað bera til?
Ísur, kuldi og høg fjøll
Sunnast og norðast á jørðini er næstan altíð
øgiliga kalt. Veturin er langur, og tá sær sólin
als ikki. Um summarið skínur sólin alt
samdøgrið, men sólstrálurnar standa á skák,
og hitin fer sjáldan upp um frostmarkið.
Arktis har norðuri er opið hav, sum er fjalt
av ísi, men Antarktis har suðuri er eitt stórt
meginland við høgum fjøllum. Tey hægstu
fjøllini eru næstan 5.000 metrar høg, men
fá teirra síggjast. Flestu teirra eru krógvað
undir tí tjúkka ísinum, sum fjalir næstan alt
Antarktis. Bara tvey prosent av Antarktis koma
undan ísinum. Har síggjast fjøllini daga upp úr
ísinum. Heldur eingin ísur er í oyðimørkunum, har einki
avfall er. Innlandsísurin er upp til 4.500 metrar tjúkkur. Um
leið 90 prosent av øllum ísi á jørðini er í Antarktis, og tað merkir,
at 75 prosent av øllum feskvatni á jørðini er har, bundið í ísinum.
Fólkatómt meginland
Lægsti hitin, sum nakrantíð er máldur á jørðini, var inni á
Antarktis, -89°C. Veðurlagið ger tað so at siga ógjørligt at búgva
har. Tí býr eingin fast á Antarktis. Meginlandið er líka stórt
sum Kina og India til samans, og har búgva meira enn tvær
milliardir fólk. Tey einastu fólkini, sum búgva á Antarktis, eru
granskarar á granskingarstøðum.
Keisarapingvinir og ein einsamøll
adeliepingvin, tvey av teimum
fýra sløgunum av pingvinum, sum
eiga á Antarktis.
I...,148,149,150,151,152,153,154,155,156,157 159,160,161,162,163,164,165,166,167,168,...172
Powered by FlippingBook