Landafrøði 3 - page 157

EVROPA
157
Pitcairn Island er ein gosoyggj. Tann hægsti
tindurin er bara 347 metrar høgur. Har eru dalar og
heyggjar, og fram við sjónum er bratt berg næstan
allan vegin. Oyggin hevur onga rættiliga havn,
har skip kunnu leggja at, og har er heldur eingin
flogvøllur. Alt, sum skal inn á oynna ella av henni,
verður ført við smábátum. Í illveðri ber ikki til at
sleppa í land. Vanliga fær tann lítli handilin á oynni
vørur tríggjar ferðir um árið, t.d. klæði, frækorn
ella byggitilfar. Av og á koma ferðamannaskip til
oynna, og ferðafólkini kunnu fara í land. Hetta
kastar eitt sindur av pengum av sær. Annars verða
tær felags útreiðslurnar einamest fíggjaðar av
frímerkjasølu.
Í 1856 var fólkatalið vaksið til næstan 200. Tá vóru tey so nógv,
at tað bar illa til at útvega øllummat á oynni. Alt fólkið varð
tí flutt til eina aðra oyggj, sum tá var óbygd, Norfolk Island
nærindis Avstralia. Pitcairn var aftur óbygd. Men nøkur ár seinni
valdi ein bólkur at flyta út aftur á Pitcairn, tí at teimum longdist
heim.
Á oynni tosa tey eitt mál, sum eitur pitcairnesiskt. Tað er ein
blandingur av enskum, soleiðis sum tað varð tosað í 18. øld, og
tí málinum, sum varð tosað á Tahiti. Á hesummálinum eitur
oyggin Pitkern Ailen.
Ein av teimum fáu
mátunum, sum fólk á
Pitcairn kunnu forvinna
pening, er at selja
heimabygd modell av
Bounty til ferðafólk,
sum av og á vitja oynna.
I...,147,148,149,150,151,152,153,154,155,156 158,159,160,161,162,163,164,165,166,167,...172
Powered by FlippingBook