154
OSIANIA
komu, høvdu tey ongar natúrligar fíggindar. Tá vóru eingi súgdýr, bara
eitt lítið flogmúsaslag. Við menniskjunum komu súgdýrini. Mong
teirra eru nú ein hóttan móti fuglum, sum ikki duga at flúgva, og tí eru
nógvir teirra í vanda fyri at doyggja út.
Possumdýr eru skaðadjór í skóginum
Í Nýsælandi er nógvur skógur í vanda av einum lítlum dýri, sum eitur
possum. Dýrið nørist sera skjótt. Tað etur so nógva frukt og smáplantur,
at fleiri sløg av trøum ikki kunnu endurnýggja seg og eru í vanda fyri
at doyggja út. Men hetta er ein mannaskaptur trupulleiki. Tað vóru
menniskju, sum tóku possumdýrini við sær úr Avstralia til Nýsælands,
tí at skinnið á teimum kundi verða selt fyri nógvan pening.
Kaninir eru ein stór plága
Fleiri av teimum djórasløgum, summenniskju hava havt við sær, hava
ongar natúrligar fíggindar. Í 1830-árunum tóku nakrir evropearar,
sum fluttu til Nýsælands, nakrar villar kaninir við sær. Av kaninunum
væntaðu tey sær kjøt og skinn, og so vóru tær eisini góðar at skjóta hjá
veiðimonnum. Men kaninirnar høvdu ongar natúrligar fíggindar og
nørdust út av lagi skjótt, skjótari enn nakar hevði droymt um. Seinast í 19.
øld vórðu níggju milliónir kaninskinn flutt út úr Nýsælandi í onnur lond.
Tó sóu tey skjótt, at kaninirnar heldur vóru ein plága enn eitt tilfeingi. Nú
á døgum oyðileggja kaninirnar nógv beitilendi, m.a. tí at tær grava holur
í jørðina. Tær eta eisini røtur og gras á svaðasvørði, so at minni verður hjá
seyði og øðrum húsdýrum at bíta.
Seyður og ferðafólk elva til umhvørvisvandar
Í teimum pørtunum av Avstralia, har tað er øgiliga turt, verður so nógv
av moldini máað burtur, at stórur vandi fyri umhvørvið stendst av.
Fremsta orsøkin verður hildin vera, at ov nógvur seyður gongur á beiti;
har er yvirskipað. Tá ið ov nógvur seyður gongur á tí turra bønum, er
vandi fyri, at beitilendið verður til oyðimørk.
Ferðavinnan kann eisini vera ein hóttan móti umhvørvinum. Víst
kann ferðavinnan skapa arbeiðspláss og vinning til landið. Men ferða
vinnan kann eisini skala viðkvæmt umhvørvi. Eitt nú kunnu korall
rivini farast av bátum, sum leggja seg fyri akker í nánd, ella av útláti frá
stórum gistingarhúsum. Nú á døgum er framgongd í tí ferðavinnuni,
sum leggur seg eftir at gagna tí staðbundna fólkinum, og sum fer væl
við umhvørvinum.
Kivifuglurin er tjóðarfuglurin í Nýsælandi.
Hann dugir ikki at flúgva og er í vanda
fyri at doyggja út. Størsta hóttanin móti
kivifuglinum er djórasløg, summenniskjuni
hava havt við sær til Nýsælands.
•
Met um ymsar fyrimunir
og vansar av stórari ferða-
vinnu.
?