150
OSIANIA
Nýsæland – smør, ostur og seyðakjøt
Landbúnaðurinhevur eisini nógv at siga íNýsælandi. Kortini
arbeiðir bara ein lítil partur av fólkinum í landbúnaðinum,
eins og støðan er í Avstralia og aðrastaðni í tí ríka partinum
av heiminum.
Nýsæland selur smør, ost og seyðakjøt til næstan allan
heim. Vit síggja eisini súrepli og kivifruktir úr Nýsælandi í
handlunum um okkara leiðir.
Frystitøknin broytti bygdirnar
Í 1882 sigldi tað fyrsta skipið, sum hevði kølilast, úr
Nýsælandi til Evropa. Hendan nýggja tøknin átti sín stóra
lut í, at landslagið í Nýsælandi broyttist. Tað hendi soleiðis:
Av tí at tað nú bar til at flyta kjøt og mjólkarúrdráttir langa
leið at selja kring allan heim, vaks eftirspurningurin eftir
hesum vørum. Tað fekk alt fleiri fólk í Nýsælandi at fáa sær
neyt og seyð. Stór øki vórðu gjørd til beitilendi, og sum oftast
varð ikki spurt eftir áhugamálunum hjá upprunafólkinum.
Eftirspurningurin eftir kjøti og øðrum landbúnaðarvørum
vaks eisini, tí at alsamt fleiri fólk fluttu til Nýsælands.
Landbúnaður í Suðurhavinum
Á oyggjunum í Suðurhavi hevur landbúnaðurin stóran
týdning. Men har er lítið av jørð, og hon er ikki so fruktagóð.
Tann vøran, sum mest verður útflutt av, er kopra, tað er
turkaður fræhvíti úr kokusnøtum. Úr kopra verður m.a.
gjørt kokusmjøl og kokusfeitt. Tað ber eisini til at gera sápu
burtur úr kopra.
Á Fiji dyrka tey nógv sukurrør. Annars er mesta grøðin
grønmeti og ymsar røtur til egna nýtslu.
Á nógvum oyggjum verður minni velt nú enn áður.
Nógvastaðni, har tey fyrr vóru sjálvbjargin við mati, keypa
tey nú innfluttan mat, ofta dósamat. Eitt nú kemur ein
stórur partur av matinum, sum verður seldur á Tahiti, úr
Fraklandi, sum er 16.000 kilometrar burtur.
Í Nýsælandi er seyðatalið meiri enn
tíggju ferðir so stórt sum fólkatalið.
Myndin er av Norðuroynni.