Landafrøði 3 - page 142

142
OSIANIA
Hjálond gerast sjálvstøðug
Tað vóru fyrst og fremst trý lond í Evropa, sum løgdu Osiania undir
seg, og tey vóru Bretland, Frakland og Týskland. Síðst í 19. øld og
seinni fekk USA eisini eftirlit við nógvum oyggjum.
Avstralia og Nýsæland fingu sjálvstýri fyri um leið hundrað árum
síðan, men hjá nógvum oyggjum og oyggjabólkum var talan um eina
drúgva tilgongd at gerast leysar av evropeiskum eftirliti. Tey flestu
oyggjalondini vórðu ikki sjálvstøðug fyrr enn eftir 1970. Belau fekk
sjálvstýri so seint sum í 1994.
Nógvar oyggjar eru framvegis undir fremmandum veldi, serliga
fronskum. Frakland hevur enn ræðið á teimum fólkaríku oyggjunum
Nýkaledónia og Fronskum Polynesia, har ein oyggin er Tahiti.
USA hevur ræðið á Amerikonskum Sámoa, Guam og Norður­
marianoyggjum. Og í teimum sjálvstøðugu londunum Belau, Mikro­
nesiasamveldinum og Marshalloyggjum hevur USA framvegis nógv at
siga.
Nakrir oyggjabólkar hoyra til Avstralia og Nýsælands. Einastu
oyggjar, sum Bretland hevur eftir, eru Pitcairnoyggjar.
Tað er sunnumorgun í høvuðs­
staðnum í Samoa. Eingir handlar
eru opnir, og manntómt er í gøtuni.
Fólk eru til gudstænastu, og onnur
gera mat, ið verður etin eftir
gudstænastuna.
I...,132,133,134,135,136,137,138,139,140,141 143,144,145,146,147,148,149,150,151,152,...172
Powered by FlippingBook