134
OSIANIA
Osiania
Ein tropisk suðurhavsoyggj við sandstrond
og sveiggjandi kokuspálmum. Ella stór nám,
ið hava sett sár í landslagið. Fólk, ið aka á
brimfjøl, og menn, sum veiða krokodillur.
Lond við fólkum, ið eru væl fyri fíggjarliga,
ella fólkum, sum ongantíð hava havt høvi
at ganga í skúla ella at fáa læknahjálp. Stór
øki, ið eru órørd av mannahond. Øki, sum
eru løgd í oyði av royndarspreingingum við
kjarnorkuvápnum. Ella oyggjabólkar, sum
eru um at hvørva, um - ella tá - sjógvurin fer at
fløða.
Lítil heimspartur – stórt øki
Osiania er tann minsti heimsparturin, tá hugt verður at
landjørð. Men samstundis fevnir Osiania um eitt veldiga
stórt øki í Kyrrahavi. Úr tí vestasta staðnum (Vestur
avstralia) til tað eystasta (Pitcairnoyggjar) eru um leið
12.000 kilometrar. Tað er longri enn úr Føroyum til Suður
afrika.
Korallriv rundan um
Mount O-Temana í
Bora Bora í Fronskum
Polynesia.
Pitcairn
(Bretland)
Niue
(Nýsæl.)
NAURU
Norðurmarian-
oyggjar (USA)
MARSHALL-
OYGGJAR
Nýkaledónia
(Fr.)
Tokelau (Nýsæl.)
Wallis og
Futuna (Fr.)
TONGA
Am.
Sámoa
(USA)
SÁMOA Cooks-
oyggjar
VANUATU
BELAU
SÁLOMONS-
OYGGJAR
PAPUA
NÝGUINEA
NÝSÆLAND
MIKRONESIA-
SAMVELDIÐ
TUVALU
FIJI
INDONESIA
AVSTRALIA
Hawaii (USA)
Franska
Polynesia
(Fr.)
KIRIBATI
Guam (USA)
Miðkringur