132
EVROPA
VIT STEÐGA Á Í SUÐURAMERIKA
Frá revsilegu til rúmdarstøð
Franska Gujana er í landnyrðingspartinum í Suður
amerika, eystan fyri Surinam og norðan fyri Brasil.
Tað er franskur landslutur, har tey hava evruna
sum gjaldoyra, og fólkið hevur atkvøðurætt
til øll val í Fraklandi. Høvuðsstaðurin
er Cayenne, sum hevur givið navn til
cayennepipar. Landið er um leið tvær
ferðir so stórt sum Danmark, men har
búgva bara um leið 240.000 fólk.
Nær við ta gomlu revsileguna á
oyggjunum úti fyri Fronskum Gujana er
nú á døgum ein tann týdningarmesta
inntøkukeldan í landinum. Tað er ein
rúmdarstøð, har ESA, tann evropeiski
rúmdarfelagsskapurin, sendir síni
rúmdarfør út í rúmdina.
Fólkið er av blandaðum uppruna, úr næstan øllum
heimi. Í Fronskum Gujana býr til dømis ein stóru
bólkur, sum er ættaður úr Laos í Asia (ið áður hoyrdi
til Fraklands sum partur av hjálandinum Fronskum
Indokina). Næstan helvtin av fólkinum er fødd
uttanlands, í Fraklandi ella aðrastaðni, har Frakland
hevur rátt ella framvegis ræður.
Upprunafólkið, indianararnir, telur bert trý til
fýra prosent av fólkatalinum. Eingin veit við vissu,
hvussu nógvir teir eru. Ymiskt bendir á, at tað
framvegis eru fólkabólkar í regnskóginum, sum
ikki enn hava havt nakað samband við umheimin. Í
regnskóginum liva eisini eftirkomarar hjá trælum,
sum einaferð vórðu førdir um hav úr Afrika.