Landafrøði 3 - page 136

136
OSIANIA
Osiania fevnir um Avstralia, Papua Nýguinea og Nýsæland.
Harumframt eru tíggjutúsundtals oyggjar, sum eru spjaddar í tí
partinum av Kyrrahavi, sum er í ein landnyrðing úr Avstralia. Onkrar
av hesum oyggjum er stórar, men tær flestu eru smáar.
Landafrøðiliga átti øll oyggin Nýguinea at hoyrt til Osiania. Men
vestari parturin, Irian Jaya, hoyrir til Indonesia og verður tí roknað upp
í Asia. Eisini Hawaiioyggjarnar í ein landnyrðing og Páskaoyggin har
eysturi áttu av røttum at hoyrt til Osiania. Men Hawaii er eitt stakríki
í USA og verður talt upp í Norðuramerika. Páskaoyggin hoyrir til Kili
og verður tí roknað upp í Suðuramerika.
So fjart úr Føroyum sum til ber
Osiania er so langt burtur frá Føroyum, sum til ber at fara. Um tú
skalt flúgva úr Føroyum til Nýsælands, so er líka langt at flúgva
eystureftir um Asia sum vestureftir um Amerika. Tá ið middagur er í
Føroyum er midnátt í Nýsælandi. Dagslinjan gongur tvørtur ígjøgnum
oyggjaheimin í Osiania. Tí kanst tú til dømis flúgva úr Nýsælandi til
Sámoa og lenda dagin fyri, at tú fórt av stað!
Operahúsið í Sydney er vorðið
eyðkenni hjá býnum, og tað er kent
kring allan heim. Danski arkitekturin
Jørn Utzon hevur teknað húsið.
I...,126,127,128,129,130,131,132,133,134,135 137,138,139,140,141,142,143,144,145,146,...172
Powered by FlippingBook