Landafrøði 3 - page 139

OSIANIA
139
Smáir høvuðsstaðir
Í nógvum av oyggjalondunum í Suðurhavinum eru so at siga eingir
býir. Tað, sum verður nevnt høvuðsstaðir, eru ofta bara bygdir, har ein
stjórnarskrivstova og onkrar aðrar skrivstovur eru komnar.
Eingir veruligir býir eru í Cooksoyggjum, sum hoyra til Nýsælands,
men hava heimastýri. Høvuðsstaðurin eitur Avarua, og har býr eitt
sindur meiri enn helvtin av íbúgvum landsins. Í Cooksoyggjum búgva
um leið 20.000 fólk, spjadd á 15 ymiskar oyggjar. Kortini hevur ein
stórur partur av fólkinum upplivað ein stórbý. Nógv hava búð og
arbeitt eina tíð í tí størsta býnum í Nýsælandi, Auckland, sum er 3000
kilometrar haðani. Enn fleiri hava skyldfólk, sum búgva fast í Auck­
land. Tey arbeiða har og senda pening heim, og hetta er ein tann størsta
inntøkukeldan hjá Cooksoyggjunum.
Í 1778 fór sjófarin James Cook í land í nøkrum oyggjum í Suðurhavinum. Hann
nevndi tær Nýhebridurnar – eftir Hebridunum í Skotlandi, sum eisini verða nevndar
Suðuroyggjar. Nú eitur hesin oyggjabólkurin Vanuatu og er sjálvstøðugt land við um
leið 240.000 íbúgvum.
I...,129,130,131,132,133,134,135,136,137,138 140,141,142,143,144,145,146,147,148,149,...172
Powered by FlippingBook