SUÐURAMERIKA
129
Øll sløg av ídnaði
Í Argentina og Kili hevur leingi verið nógvur ídnaður. Fyrst í 20. øld
var Argentina týdningarmesta ídnaðarlandið umframt USA og Vestur
evropa. Men menningin steðgaði, og í nógvum øðrum londum vaks
ídnaðurin skjótari.
Leingi var tað soleiðis, at ídnaðurin í Suðuramerika einamest fekst
við at virka rávøruna, sum var í landinum, til dømis matvørur og toy til
klædnaídnaðin. Nú á døgum eru tó øll sløg av ídnaði. Har verða fyrst og
fremst gjørdar vørur, sum fólkinum í Suðuramerika tørvar. Bara heilt
fáar lidnar vørur verða fluttar út til aðrar heimspartar. Meginparturin
av útflutninginum er rávøra, t.d. jarnmálmur, neytakjøt og mais til
maisflykrur. Etanol er somuleiðis ein týðandi útflutningsvøra.
Nógvar av teimum stóru ídnaðarfyritøkunum í heiminum hava
stórar deildir í Suðuramerika, millum annað bilverksmiðjur og annan
metalídnað.
Ovurstór vatnorkuverk
Ídnaðurin og teir stóru býirnir hava stóran tørv á elorku. Tí hava fleiri
lond í Suðuramerika útbygt vatnorkuna. Á markinummillum Brasil og
Paraguai og á markinum millum Argentina og Paraguai eru tvey ovur
stór vatnorkuverk. Tey eru millum tey størstu í heiminum, og hvørt
teirra framleiðir meiri el enn øll vatnorkuverkini í Svøríki til samans.
Bæði orkuverkini hava byrgingar í Paraná. Aðrar áir við orkuverkum
eru til dømis Iguacu, Tieté og Rio Grande.
Tað størsta í heiminum
Vatnorkuverkið í Itaipú, á
markinummillum Brasil og
Paraguai, er eitt tað størsta
í heiminum. Byrgingin er
meiri enn sjey kilometrar
long.
Orkuverkið varð bygt
millum 1975 og 1991 og
framleiðir nú um leið
tríggjar fjórðingar av
allari elnýtsluni í Paraguai.
Harumframt framleiðir tað
ein fjórðing av elnýtsluni í
Brasil.