128
SUÐURAMERIKA
Náttúrutilfeingi og ídnaður
Í 16. og 17. øld vóru gull og silvur tey týdningarmestu metalini í
Suðuramerika. Nú á døgum hava tey ikki líka nógv at týða, men onnur
eru komin í staðin.
Brasil er til dømis eitt tað landið í heiminum, har mest verður høgt
av jarnmálmi. Í Kili og Peru framleiða tey nógv kopar. Tin verður høgt
í stórum námum í Bolivia. Í Brasil, Gujana og Surinam er stór fram
leiðsla av bauxit, sum verður nýtt til aluminium. Venesuela er millum
týdningarmestu oljuframleiðandi lond í heiminum, og eisini í Ekvador,
Kolumbia og Brasil er nógv olja.
Skógurin er týdningarmikið náttúrutilfeingi
Eitt annað týdningarmikið náttúrutilfeingi í Suðuramerika er teir
stóru skógirnir. Í regnskóginum vaksa nógv virðismikil sløg av viði, til
dømis mahogni, sum er nógv eftirspurt á heimsmarknaðinum. So nógv
verður høgt, at skógurin er í vanda. Men ikki einans viður úr regn
skóginum verður gagnnýttur. Í fleiri londum í Suðuramerika hava tey
gróðursett stórar víddir við fremmandum trøum, so sum evkalyptus og
kaliforniskari furu.
Serliga í Kili hevur skógarídnaðurin nógv at siga fyri landsins búskap.
Á myndini er eitt opið nám, sum
er tað størsta í heiminum. Tað er
í Chuquicamata í Kili. Har verður
koparmálmur høgdur. Hetta opna
námið er tað størsta holið, sum
menniskju hava høgt í jørðina, meiri
enn tríggjar kilometrar langt.
Fremmandur gróður
Trø og aðrir vøkstir, sum
stava aðrastaðni frá enn
økinum, har teir vaksa,
verða nevndir fremmandur
gróður. Í Føroyum vaksa
trø, sum eru tikin higar
av Eldlandinum; tey eru
fremmandur gróður her.
Men um tey á Eldlandinum
høvdu plantað til dømis
føroyskan píl, so var tað ein
fremmandur gróður har.