116
SUÐURAMERIKA
Blandað fólkaslag
Í Suðuramerika búgva um leið 370 milliónir fólk. Sum heild er heims
parturin ikki fjølbygdur. Stór øki í regnskóginum og í fjøllunum eru
so at siga fólkatóm, men í býunum er nógvastaðni sera trongligt. Fjøl
bygdasta landið er Ekvador, og tey strálbygdastu eru Gujana og Suri
nam.
Av tí, at nógv fólk eru flutt til Suðuramerika, av egnum vilja ella sum
trælir, eru fólkasløgini ógvuliga blandað.
Tilflytarar úr nógvum heimspørtum
Serliga í Brasil, men eisini í teimum norðaru londunum, hevur ein
stórur partur av fólkinum afrikanskan uppruna. Í hjálandatíðini vórðu
indarar og indonesar í hópatali fluttir til Gujana at arbeiða í gróðrar
lundunum við sukurrørum.
Upp gjøgnum 1900-árini fluttu nógvir japanar til Suðuramerika.
Teir búsettust bæði í Brasil og í øðrum londum. Til dømis hevði Peru
leingi ein forseta, sum var ættaður úr Japan.
Ein stórur partur av fólkinum í
Suðuramerika er ættaður bæði úr
Evropa og úr Afrika. Myndin er úr Vila
Prudente, São Paulo, Brasil.