Landafrøði 3 - page 105

EVROPA
105
Inni í landinum er innlandsísurin. Hann er í miðal 1.500
metrar tjúkkur, men summastaðni er hann 3.000 metrar.
Í útjaðaranum, har ísurin ikki er so tjúkkur, standa naknir
fjallatindar upp úr ísinum. Ein sovorðin tindur eitur á
grønlendskum
nunataq
. Tá ið skriðjøklar koma oman
til sjógvin, og ísfjøll brotna burturav, siga fólk, at ísurin
kálvar.
Inni í landinum frystir ofta niður í -70°C um veturin, og
um summarið fer hitin sjáldan upp um frostmarkið. Í
firðunum í útsynningspartinum í Grønlandi er hitin um
summarið upp til 20°C. Har veksur tað grøna grasið,
sum hevur givið landinum navn, og summastaðni
vaksa smá birkitrø. Nógv tey flestu fólkini búgva í
hesum partinum av landinum. Í Eysturgrønlandi er
nógv kaldari, og har eru bara nakrar fáar bygdir.
Fyri um leið 200 milliónum árum síðan vuksu
stórir skógir í Grønlandi, og veðurlagið var so
heitt, at skjaldbøkur og risastórar edlur livdu
har. Nú er øðrvísi. Í Grønlandi er pólveðurlag,
undantikið í nøkrum fáum støðum, har tað
er lýggjari, tí at Golfstreymurin kemur tann
vegin.
Hesi seinastu árini er tað vorðið lýggjari
í Grønlandi. Hildið verður, at orsøkin er tað
vaksandi vakstrarhúsárinið, sum ávirkar
veðurlagið á allari jørðini. Í Grønlandi hevur
tað millum annað við sær, at tað er vorðið
torførari at veiða kóp. Færri fólk kunnu liva
av veiði, og nógv noyðast at flyta av bygd til
býirnar.
Nuuk, høvuðsstaðurin í Grønlandi, var bygdur
í 1728. Nú er hann ein nútímans býur, og har er
millum annað ein lærdur háskúli.
I...,95,96,97,98,99,100,101,102,103,104 106,107,108,109,110,111,112,113,114,115,...172
Powered by FlippingBook