NORÐURAMERIKA
95
Bara minnið um preriuna eftir
Millum Klettafjøll og Appalakkafjøll er eyðkent
meginlandaveðurlag
.
Stórur munur er á sumri og vetri. Um summarið er slavið og sera heitt,
og um veturin er kalt og turt. Har eru tær stóru grasfløturnar.
Tess longri vestureftir farið verður, tess turrari verður. Í hesumøkinum
var áður tann amerikanska
prerian
við sínum veldigu grasfløtum og
stórum búflafylgjum. Nú á døgum er næstan øll prerian burtur. Bara
nøkur smá, vard øki eru eftir, og bara smáar leivdir av búflafylgjunum.
Har, sum prerian áður var, eru nú stórir kornakrar. Tey turrastu
økini verða nýtt at hava neyt gangandi á beiti.
Eisini eystan fyri og sunnan fyri Appalakkafjøll og eystarlaga í
Meksiko eru hesar stóru fløturnar.
Vátt í veðrinum úti við strendurnar
Fram við meginpartinum av vesturstrondini í Norðuramerika er
strand
arveðurlag
, har veturin er vátur og lýggjur, og summarið passaliga heitt.
Har er ikki stórur munur á árstíðunum.
Sunnarlaga í Kalifornia er summastaðni
miðjarðarhavsveðurlag
. Har
regnar um veturin, og um summarið er heitt og turt. Í hesum veður
lagnum trívast frukttrø, olivintrø og vínviður.
Men í teimum fjølbygdu økjunum í Kalifornia regnar ov lítið. Fyri at
fáa størri gagn av tí regninum, sum kemur niður í fjallalíðunum, hava
tey bygt vatnbyrgingar, veitir og vatnveitingar.
Heitt alt árið
Í Florida er vanliga heitt alt árið. Tó kann tað henda seg, at kaldur
vindur er norðaneftir í stutt tíðarbil. Tað er ikki gott fyri tey nógvu
appilsintrøini, sum har eru, tí tey tola ikki frost.
Nøkur øki sunnarlaga í USAog norðarlaga íMeksiko eru í regnskugga
aftan fyri høg fjøll. Har er
oyðimarkarveðurlag
, og har eru heitar, turrar
oyðimerkur. Í slíkum veðurlagi liva bert fá dýrasløg og plantusløg.
Sunnast er tropiskur regnskógur
Sunnast í heimspartinum er landslagið heilt øðrvísi. Har er alla tíðina
sera heitt og slavið, og hitin er á leið tann sami alt árið. Har er
tropiskt
regnskógarveðurlag
, og tann natúrligi gróðurin er
tropiskur regnskógur
.
Men nógvastaðni er skógurin høgdur, og jørðin er velt ella nýtt sum
beitilendi.
Sjálvt í oyðimørkini kunnu blómur vaksa.
Nógvar plantur kunnu bíða eftir regni í fleiri ár.
Myndin er úr Las Cruces, NewMexico, USA.