Landafrøði 3 - page 104

104
EVROPA
VIT STEÐGA Á Í NORÐURAMERIKA
Kalaallit Nunaat
Hevur tú nakrantíð hoyrt um Kalaallit Nunaat? Navnið merkir
Menniskjanna Land Tað er tað trettandastørsta landið í
heiminum, eitt sindur størri enn til dømis Meksiko Men
roknað eftir fólkatali er Kalaallit Nunaat millum tey minstu
londini í heiminum Har búgva um leið 57 000 fólk, flestu
teirra inuittar Í Meksiko búgva meiri enn 100 milliónir
Kanska kennist tú betur við landið, um vit nevna tað á
føroyskum: Grønland. Tað er størsta oyggj í heiminum
og er í ríkisfelagsskapi saman við Danmark og Føroyum.
Grønland fekk sína heimastýrislóg í 1979 og hevur
landsting og landsstýri, ið hava um leið somu heimildir
sum løgting og landsstýri í Føroyum. Høvuðsstaðurin
í Grønlandi eitur Nuuk, og har búgva um leið 15.000
fólk.
Tey fyrstu fólkini komu til Grønlands úr
Norðuramerika fyri meiri enn 4.500 árum síðan. Fyri um
leið 1000 árum síðan komu norðbúgvar til Grønlands,
men teir doyðu út.
Nógv fólk í Grønlandi liva av fiskivinnu og veiði. Tey
veiða fyrst og fremst kóp, men tey hava eisini loyvi at
veiða eitt ávíst tal av dýrum, sum annars eru friðað, til
dømis stórhval, moskusneyt og ísbjarnir.
I...,94,95,96,97,98,99,100,101,102,103 105,106,107,108,109,110,111,112,113,114,...172
Powered by FlippingBook