Landafrøði 3 - page 69

AFRIKA
69
grundvatnið kemur oman á jørðina. Tí ber til at hava eitt sindur av
landbúnaði í oasunum. Nógvastaðni hava tey til dømis dadlupálmar.
Dadlur eru sera týðandi kostur hjá teimum flestu, sum búgva í oyði­
mørkum.
Handilsstaður í túsundtals ár
Býir og samfeløg eru vorðin til rundan um tær stóru oasurnar. Nógv
teirra hava verið týðandi handilsstaðir í túsundtals ár. Millum oasur
og býir úti við sjógvin ganga karavanuleiðir í ymsar ættir gjøgnum
oyðimørkina. Nú á døgum eru bilar, sum trekkja á øllum fýra hjólum,
vanligir á hesum leiðum. Men í fleiri túsund ár hava tey nýtt kamelar
og dromedarar at ríða á og at flyta vørur við. Millum annað varð gull
og fílabein flutt norður gjøgnum oyðimørkina á kamelum, sum høvdu
salt suðuraftur við sær.
Nú á døgum eru nýggir býir vorðnir til har, sum tey hava funnið
olju, diamantar og uran í Sahara, Namibiaoyðimørkini og Kalahari­
oyðimørkini.
Nógvir týðandi handilsstaðir eru beint sunnan fyri Sahara, í einum
øki, sum nevnist Sahel. Tað er ein geiri, ið røkkur úr Senegal har
vesturi og eystur til Sudan. Tey, sum búgva har, verða ofta meint rakt
av skerpingi.
Sahara, heimsins størsta oyðimørk.
Meginparturin av oyðimørkini er
steinar og grús. Men summastaðni
eru sandheyggjar, eins og her nær við
Nouakchott í Móritania.
I...,59,60,61,62,63,64,65,66,67,68 70,71,72,73,74,75,76,77,78,79,...172
Powered by FlippingBook