Landafrøði 3 - page 60

60
AFRIKA
Søga
Søgan hjá menniskjum er longri í Afrika enn nakra aðrastaðni í heim­
inum. Farvegur av teimum allarfyrstu menniskjunum á jørðini, sum
vóru av sama slag sum nútíðar menniskju, er funnin í Afrika. Tey livdu
har fyri um leið 150.000–200.000 árum síðan.
Í túsundtals ár hava høgt mentað ríki verið í Afrika. Longu fyri
næstan 5.000 árum síðan var Egyptaland eitt land við ríkari mentan
og framkomnari byggilist. Í minst 3.000 ár hava lond við ríkari mentan
verið, eisini sunnan fyri Sahara. Til dømis vóru lærdir háskúlar í
Mali og Niger longu í 14. øld. Nú á døgum hoyra hesi londini
tó til tey fátækastu í heiminum.
Langt afturi í søguni var handilssamband við aðrar
heimspartar. Í Simbabvi hava fornfrøðingar funnið
lutir, sum eru meira enn 600 ára gamlir, ið eru
gjørdir í Kina ella India. Tað vísir, at handil fór
fram millum sunnara Afrika og Asia undan Vasco
da Gama. Leingi varð hildið, at tað var hann, sum
seinast í 15. øld fann sjóvegin til India.
Trælahandil og hjálandastevna
Afrika, serliga Vesturafrika, varð hart rakt av
trælahandli í 18. og 19. øld. Fleiri milliónir fólk
úr Afrika vórðu tá tikin til fanga og send sum trælir
til Amerika. Har vóru tey seld og noydd at arbeiða í
gróðrarlundum og í námum.
Seinast í 19. øld byrjaði eitt nýtt tíðarskeið av kúgan í
Afrika. Tá tóku Bretland, Frakland, Portugal, Spania, Belgia,
Týskland og Italia sær hjálond og býttu Afrika sínámillum.
Hjálandastevna og fátækadømi
Hjálandatíðin vardi ikki so leingi, vanliga bara millum 60 og 80 ár.
Men ávirkanin var ógvislig. Summi fingu tað betri í hjálandatíðini,
til dømis tey, sum kundu selja evropearum landbúnaðarvørur. Har
vórðu bygdir nýggir vegir og jarnbreytir, og heilsuverkið batnaði hjá
summum.
Men meginparturin av fólkinum í Afrika fekk verri kor í hjálanda­
tíðini. Tey noyddust at rýma frá húsi og heimi og búseta seg í serligum
økjum, tey noyddust at arbeiða langt heimanífrá fyri lítla og onga løn,
tey vórðu noydd at gjalda skatt og liðu undir stórum órættvísi.
Hesin skølturin varð funnin í 1925
uttan fyri Taung í Suðurafrika.
Hann hoyrir til eitt slag, sum eitur
Australopithecus africanus
, sum
livdi fyri 2,5 til 3,3 milliónum árum
síðan. Granskarar halda, at hetta
slagið kann vera forfedrar hjá
nútíðarmenniskjum.
I...,50,51,52,53,54,55,56,57,58,59 61,62,63,64,65,66,67,68,69,70,...172
Powered by FlippingBook