ASIA
53
Broytingar hótta náttúru og djóralív
Í Asia er ikki nógv eftir av tí upprunaliga djóralívinum. Stórur
munur er á, samanborið við Afrika. Tað natúrliga umhvørvið er
nógv broytt, og so er lítið pláss eftir til tey stóru dýrini. Nógv sløg
eru í vanda fyri at doyggja út, til dømis tikarin, asiatiska leyvan,
nashyrningurin á Sumatra, orangutangin og pandan.
Í nógvum londum hava tey gjørt tjóðgarðar fyri at verja plantu
lívið og djóralívið. Soleiðis fer vónandi at bera til at bjarga summum
djórasløgum undan at doyggja út. Men tað er mangan torført at
fáa fólkið á staðnum at taka undir við tjóðgørðunum, tí tey fáa
sjáldan nakran fyrimun av at lata vera við at veiða dýrini. Ikki
tí, ferðafólk leggja hampiliga nógvan pening eftir seg, tá ið tey
koma at uppliva tað ríka djóralívið. Men peningurin endar sum
oftast aðrastaðni enn hjá fólkinum á staðnum. Tað er eisini ofta,
at villini dýrini halda fram við at oyðileggja akrar, drepa húsdýr og
enntá seta mannalív í vanda.
Fyri 50 árum síðan vóru átta ymisk sløg av tikarum í Asia. Nú
eru bara fimm eftir. Av teimum um leið 3.500 villu tikarunum,
sum eru eftir í heiminum, liva um leið 1.400 í India. Har eru 29
øki umframt fleiri tjóðgarðar, sum eru friðað til tikarar at liva í.
Men í India býr meiri enn ein milliard fólk, og nógv er, sum hóttir
tey natúrligu livistøðini hjá tikarunum. Tað hevur stóran týdning
at royna at bjarga tikarunum, og arbeiðið verður stuðlað úr øllum
heimi.
Hinvegin eru nógv, ið hava ilt við at skilja, hví tað sær út, sum
menniskju í Evropa og USA heldur vilja lata pening at stuðla
tikarunum enn at stuðla teimum fátæku fólkunum. Tað eru eisini
summi, sum spyrja, hvat fólk í Norðurlondum høvdu sagt, um
indarar høvdu komið at hjálpt til við at fáa úlvastovnin í skógunum
har at vaksa.
Rækjualing kann elva til vatnflóð
At ala stórar rækjur er vorðin ein týðandi ídnaður í Tailandi,
Malaisia og Vjetnam. Men alingin dálkar illa og er ein hóttanmóti
mangrovuskógunum, sum vaksa í sjóvarmálanum. Mangrovan
verjir strendurnar fyri briminum. Hvørvur hon, veksur vandin
fyri vatnflóð, sum enntá kann oyðileggja landbúnaðin.
Nógv fólk í Asia líða undir luftdálking. Dálkaða luftin elvir
bæði til heilsutrupulleikar og verri veðurlag.
Menniskjan hóttir tikaran, so tað er ivasamt,
um hann hórar undan – men tikarin kann
eisini vera ein hóttan móti menniskjum.