Landafrøði 3 - page 49

ASIA
49
stóru áunum í India, Eysturasia og Landsynningsasia hevur summar­
monsunurin nógv regn við sær, og har kunnu tey heysta stórar nøgdir
av rísi. Tað ber eisini til at velta rís á bríkum í fjallalendi, har tey nýta
vatningarskipanir.
Til eru ymisk sløg av rísi. Tað vanligasta slagið verður plantað undir
vatni, og tí tørvar nógv vatn, meðan tað veksur. Tað krevur nógv arbeiði
at velta rís, og tí arbeiða eisini nógv fólk við hesum. Nú á døgum verða
maskinur tó eisini brúktar.
Næstan alt rísið fer til føði hjá teimum, sum velta tað, ella verður selt
í býum nærindis. Tó verður nógv rís úr Tailandi, Burma og Vjetnam
flutt út til onnur lond. Eisini í Føroyum ber til at keypa rís úr Tailandi.
Har, sum eingir monsunvindar eru, er ov turt at velta vanligt rís. Har
velta bøndurnir í staðin nógv hveiti í áardølunum. Kina, India, Pakistan
og Turkaland eru millum tíggju tey fremstu londini í heiminum, tá tað
ræður um at velta hveiti.
Sjálvt í oyðimarkarlandinum Saudiarabia velta tey nógv hveiti at
flyta út til lond kring allan heim. Har hava tey gjørt ovurhonds stórar
íløgur í vatningarskipanir.
Summi eru stór, onnur smá
Summar fyritøkur í landbúnaðinum í Asia eru sera stórar. Nógvastaðni
– serliga í Landsynningsasia, Sri Lanka, India og Kina – eru stórar
gróðrarlundir. Har hava tey terunnar og kaffirunnar, gummitrø,
oljupálmar, sukurrør ella onkur frukttrø.
Men nógv tey flestu jarðarbrúkini eru heilt smá. Akurin, sum tey
hava at velta, er ofta minni enn ein fótbóltsvøllur. Nógvir bøndur eiga
ikki jørðina sjálvir, men mugu gjalda einum góðseigara fyri at sleppa at
brúka hana. Gjaldið kann vera í reiðum peningi, vørum ella sum ólønt
arbeiði.
Miseydnast skurðurin, ella onkur í familjuni gerst sjúkur,
mugu bøndur ofta læna pening frá góðseigaranum fyri at klára seg.
Útlánsrentan er mangan sera høg, og góðseigarin ásetur hana sjálvur.
Klárar bóndin ikki at gjalda peningin aftur ásetta tíð, noyðist øll
familjan kanska at rýma haðani, sum tey hava búð, og í staðin flyta inn
í býin at leita eftir arbeiði.
Í India er ein fjórðingur av fólkinum, sum als onga jørð eigur. Í Kina
eigur staturin alla jørðina, og bøndurnir hava ein sáttmála, sum loyvir
teimum at brúka hana.
Alsamt fleiri fólk í Asia flyta til býirnar. Ein orsøk er, at tað er ikki nóg
Stóri kunnleikin hjá
Hanunóo-fólkinum
Kring allan heim eru fólk,
ið hava stóran kunnleika til
tað staðið og umhvørvið,
har tey liva. Í 1950-árunum
búði ein granskari saman við
einum fólki, sum fekst við
sviðbrúk í regnskóginum í
Filipsoyggjum. Granskarin
fann fram til, at Hanunóo-
fólkið visti um 450 ymisk
djórasløg og 1.600 ymisk
plantusløg. Til at sáa og
velta nýttu tey 430 ymiskar
plantur.
I...,39,40,41,42,43,44,45,46,47,48 50,51,52,53,54,55,56,57,58,59,...172
Powered by FlippingBook