Landafrøði 3 - page 45

ASIA
45
Veðurlag og vøkstur
Asia er einheimspartur, har øll sløg av veðurlagi eru, heilt frápólveðurlagi
har norðuri til tropiskt regnskógarveðurlag í sunnasta parti. Tey flestu
sløgini av vakstrarøkjum eru eisini at finna her.
Regn og turkur
Norðarlaga í India er staðið Cherrapunji, sum er eitt tað vátasta í
heiminum. Her regnar í miðal ellivu metrar um árið. Onkur ár hevur
avfallið verið meiri enn 20 metrar.
Meginparturin av regninum er í regntíðini, sumvarar fimmmánaðir,
frá mai til september. Tá bera monsunvindar slavna luft við sær úr
Bengalhavi. Tá ið skýggini fara upp um fjallalendið, kólnar luftin, og
tað fer at regna. Monsunvindarnir bera so lívgevandi regnið við sær inn
yvir stórar partar av Suðurasia og Landsynningsasia. Hetta økið hevur
monsunveðurlag
.
M
i
ð
k
r
i
n
g
u
r
N
o
r
ð
u
r
p
ó
l
k
r
i
n
g
u
r
N
o
r
ð
u
r
s
ó
l
k
r
i
n
g
u
r
PÓLVEÐURLAG
MEGINLANDAVEÐURLAG
Cherrapunji
OYÐIMARKARVEÐURLAG
STEPPUVEÐURLAG
MIÐJARÐAR-
HAVSVEÐURLAG
M O N S U N V E Ð U R L A G
TROPISKT REGNSKÓGARVEÐURLAG
Avfall:
Meira enn 1.000 mm um árið
500 - 1.000 mm um árið
Minni enn 500 mm um árið
Ô
Millimetrar av avfalli um árið
12 000
10 000
8 000
6 000
4 000
2 000
0
Tórshavn
Bergen
Cherrapunji
Árliga avfalsnøgdin
í Cherrapunji, India,
samanborin við Tórshavn
og við Bergen í Noregi, ið er
tann býurin í Evropa, sum fær
mesta avfallið.
VEÐURLAGIÐ Í ASIA
I...,35,36,37,38,39,40,41,42,43,44 46,47,48,49,50,51,52,53,54,55,...172
Powered by FlippingBook