38
ASIA
Fólkaríkasti heimsparturin
Í Asia búgva um leið fýra milliardir fólk. Tað er um leið 60% av
fólkinum í heiminum. Bæði í India og í Kina er fólkatalið oman fyri
eina milliard. Onnur fólkarík lond eru Indonesia, Pakistan, Bangladesj
og Japan. Har búgva til samans næstan 700 milliónir fólk.
Í Bangladesj, sum er eitt tað fátækasta og fjølbygdasta landið í
heiminum, búgva 154 milliónir fólk á einum øki, sum er 144.000 km
2
.
Sera trongligt er á tí gamla torginum
í Teheran, høvuðsstaðnum í Iran. Nú
búgva um leið 7 milliónir fólk í býnum.
Fyri 100 árum síðan búðu um leið
250.000 fólk har.