Landafrøði 3 - page 37

ASIA
37
Hjálond í Asia
Tíðliga í søguni fingu evropearar fótin fastan í
Suðurasia og Landsynningsasia. Portugisar vóru
teir fyrstu. Longu fyrst í 16. øld fóru teir undir
handil við kryddaríum úr Landsynningsasia, og
hetta loysti seg væl. Síðan komu spaniólar, sum
seinast í 1500-árunum gjørdu Filipsoyggjar til
spanskt hjáland.
Seinni komu niðurlendingar, onglendingar
og fransmenn við upp í leikin. Niðurlendingar
vunnu kappingina við portugisar og tóku ræðið
á tí týdningarmikla handlinum við kryddaríum.
Samstundis noyddu teir bøndur í Landsynnings­
asia at velta grøði, sum evropearar vildu hava, til
dømis sukur, kaffi og tubbak.
Tær indonesisku oyggjarnar vórðu so við og
við eitt niðurlendskt hjáland. Eisini aðrir partar
av Asia fóru at hoyra undir lond í Evropa, fyrst
og fremst Ongland og Frakland. Um aldaskiftið
1900 vórðu stórir partar av Asia vorðnir hjálond.
Einans Japan, Kina, Siam (Tailand), Afganistan
og fjallalondini Nepal og Butan sluppu undan
at koma undir ræðið hjá fjarløgdum londum
vestanfyri.
Arbeiðsmegi verður flutt kring heimin
Í hjálondunum fingu evropearar sær
gróðrarlundir, fóru undir námsvinnu og bygdu
jarnbreytir. Hetta kravdi nógva arbeiðsmegi. Og
var ikki nóg mikið av arbeiðsmegi onkrastaðni,
so bar til at flyta arbeiðsmegi aðrastaðni frá.
Soleiðis hugsaðu onglendingar ið hvussu er.
Teir høvdu hjálond kring allan heim. Tað størsta
bretska hjálandið var fólkaríka India. Tí vórðu
indarar í stórum tali fluttir til onnur bretsk
hjálond ymsastaðni í heiminum at arbeiða fyri
onglendingar.
Úrslitið av hesum er, at í nógvum londum býr
ein hópur av fólki av indiskum uppruna, til
dømis í Kenja í Eysturafrika, í Suðurafrika, á
Fiji í Osiania, í Gujana í Suðuramerika, á fleiri
oyggjum í Karibia umframt í Sri Lanka og
Malaisia í Asia.
Hjálond í Asia fyrst í 1900-talinum
Evropearar løgdu Asia undir seg við vápnamegi. Her leypa ensk og
fronsk herlið á býin Kanton (Guangzhou) í Kina. Meginparturin av
Kina varð tó ongantíð tikin til hjáland.
Bretska
Krúnuhjálandið
India
Tsingtao (Ty.)
Goa (Port.)
Diu (Port.)
Mahe (Fr.)
USA
Portugal
Russland
Bretland
Russland
Kina
Siam
Franskt
Indokina
Japan
Filipsoyggjar
M a l a i r í k i n i
Persia
Afganistan
Hongkong (Bretl.)
Niðurlendskt India
Timor (Port.)
Tibet
Makao (Port.)
Arabia
Dairen (Jap.)
Kypros
Yanaon (Fr.)
Pondichéry (Fr.)
Karikal (Fr.)
Weihaiwei (Bretl.)
Aden
Oman
Frakland
Niðurlond
Ottomanska ríkið
Sjálvstøðugir statir
Nepal Butan
Kuvait
Ytra Mongolia
Maldivoyggjar (Bretl.)
Korea
Formosa
Japan
Japan
I...,27,28,29,30,31,32,33,34,35,36 38,39,40,41,42,43,44,45,46,47,...172
Powered by FlippingBook