EVROPA
29
Ovurnýtsla og vandamál
fyri umhvørvið
Umhvørvið í Evropa er undir stórum trýsti. Næstan øll fólkini liva í
einum samfelagi, har nýtslan av ymiskum vørum er stór. Vit nýta nógv
av orku, pappíri, klæðum og øðrum.
Vælferðin hjá okkum gongur út yvir umhvørvið í øllum heiminum.
Nýtslan hjá okkum og tann nógva ferðingin elva til veður
lagsbroytingar og til dálkaða luft. Tað ber eisini í sær,
at frumskógir hvørva. Einans ein hundraðpartur av
skógunum í Evropa er óávirkaður av skógarvinnu.
Landbúnaðurin hjá okkum ger, at vandamikil
evni seyra út í náttúruna og hótta vøtn og sjógv.
Vón er kortini fyri framman
Vælferðin ber eisini í sær, at møguleikar eru til
at bøta um viðurskiftini – um viljin er til tað.
Í nógvum býum er luftin vorðin munandi
reinari, tí at minkað er um útlátið frá bilum
og ídnaði. Nógv vatn úr frárenslum verður
reinsað. Til dømis ber nú til at svimja í sjónum
inni í Stockholmi, og tað hevði verið púra
óhugsandi fyri 50 árum síðan. Endurvinningin
av pappíri, glasi og aluminiumi veksur. Talan er so
statt um framstig, men enn er nógv eftir at gera.
Sum dømi kann verða nevnd Kolahálvoyggin í
Útnyrðingsrusslandi. Har eru býir, sum eru ógvuliga illa
dálkaðir av námsvinnu, og har verða fólk sjúk av øllum útlátunum.
Økini, har tey skulu fáa drekkivatn, eru eitrað. Skógir eru deyðir,
og geislavirkið burturkast seyrar út í náttúruna, og tað kann fáa
álvarsamar avleiðingar. Men Kolahálvoyggin er eisini nógv annað enn
umhvørvisvandamál. Har er tað størsta økið í Evropa, sum er órørt av
mannahond, við stórum skógum og áum við reinum vatni. Har er eitt
fjølbroytt djóralív, millum annað eru har vill reindýr og ferðafalkur.
Stór orkunýtsla – vælferð ella oyðsl
Hvørt fólk í Norðurlondum brúkti í 2001 í miðal orku, sum svarar til
næstan 5 tons av olju um árið. Hvørt fólk í Kjad brúkti harafturímóti 5 kg
av olju. Hvørt fólk í Norðurlondum brúkar um leið 250 kg av pappíri um
árið. Hvør indari brúkar bara um leið 7 kg.